Samskifti
Um vikuskiftið hevur formanskapurin hjá danska fólkatinginum verið í Føroyum og hitt formanskapin í løgtinginum.
Formansskapirnir í fólkatinginum og í løgtinginum hittast einaferð um árið, annahvørt ár í Føroyum og annaðhvørt ár í danmark.
Hetta er eitt samstarv hevur verið í nøkur ár.
Endamálið við hesum samstarvinum er at heinta royndir frá hvørjum øðrum, sigur Hergeir Nielsen, sum er 1. næstformaður í Føroya Løgtingi.
Og nú formansskapurin í danska fólkatinginum er í Føroyum, er fundurin við formanskapin í løgtinginum lagdir í Suðuroy og í allan gjáramorgurin var sostatt fundur á hotellinum í Øravík.
Hergeir Nielsen sigur á hesum fundunum verður tosað um felags áhugamál í sambandi við arbeiðið í fólkatinginum og í løgtinginum.
? Vit kunnu læra av hvøjum øðrum, tí vit fáa at vita, hvussu fólkatingið arbeiðir og teir fáa at vita, hvussu Føroya Løgting arbeiðir.
? Endamálið við hesum samstarvnum støðugt at menna løgtingsis arbeiðið
Hann sigur, at tvey ítøkilig mál, sum fara at verða umrøtt á fundinum, eru tað, sum fór fram tá ið yvirtøkulógirnar og uttanríkispolitisku heimildarlógirnar fingu viðgerð á Føroya Løgtingi.
? Í tí sambandi vóru harðar atfinningar frá andstøðuni í Løgtinginum um, at málini høvdu ikki fingið nóg dygga viðgerð og ikki vórðu nóg væl lýst. Eitt, sum andstøðan serligafyltust á, var, at hon ikki slapp at kalla inn serfrøðingar, sum hon helt, kundi lýsa málið.
Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin er at spyrja donsku gestirnar, sum slíkt eisini kundi hent í fólkatinginum.
Annars heldur hann, at Føroya Løgting átti at havt slíkt samstarv við fleiri av okkara grannalondum í Norðurhøvum.