Føroyska liðið sett – seks broytingar

Vijormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Jónas Tór Næs, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson byrja allir inni í kvøld.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sett liðið, sum skal spæla móti Svøríki í kvøld. Seks broytingar eru á liðnum frá dystinum móti Írlandi.Í verjuni eru tríggir nýggir spælarar. Jónas Tór Næs er klárur aftur, Jóhan Troest Davidsen avloysir leikbannaða Rógva Baldvinsson og Viljormur Davidsen kemur inn fyri Ára Mohr Jónsson á vinstra bakki. Bara Atli Gregersen gongur aftur í verjuni frá dystinum móti Írlandi.

 

Á miðvøllinum koma Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen inn, meðan Símun Samuelsen og Heini Vatnsdal fara út. Hallur Hansson verður hesa ferð í høgru síðu. Ein leiklutur hann eisini hevur roynt á AaB liðnum.

 

Jóan Símun Edmundsson kemur inn fyri Páll Andrasson Klettskarð í álopinum.

 

Føroyska liðið:

 

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson