Føroyska kravið um landgrunn á Føroya­háslættanum lagt fyri ST

 
Landgrunnur. Umboð fyri føroyskar og dansk­ar myndugleikar løgdu hós­dagin kravið um ytra landgrunnin á Før­­oya­háslættanum munn­liga fyri land­gruns­­­nevnd Sameindu tjóða, CLCS upplýsir Uttan­ríkisráðið.
Sambært altjóðarætti eiga øll strandarlond rætt til landgrunn út fyri teirra strond.
Havrættarsáttmálin frá 1982 ásetir tó, at um eitt strandarland krevur landgrunn uttanfyri 200 fjórðingar, skal tað próg­vast fyri CLCS, at ytri landgrunnurin er framhald av tess land­øki. CLCS ásetir ikki mark, men tekur ein­ans støðu til, um kravið, ið er lagt fyri nevnd­ina, er vísindaliga nóg væl undirbygt, t.e. at land­grunnurin er fram­hald av avvarðandi strand­ar­landi.   
Umvegis ST aðal­s­­kriv­aran lótu lands­stýr­ið og danska stjórn­in 2. desember 2010 CLCS vísindaligu próv­grund­ir­nar, sum stuðla und­ir kravið um ytra land­grunn­in á Før­oya­há­slætt­­anum. Samlaða før­oyska kravið er 608.890 km2,og ytsta markið røkkur 820 fjórðingar úr Føroyum sigur Uttan­ríkisráðið  
Vársetan hjá CLCS er í ST høvuðsborgini í New York í hesum døg­um, og fekk ein sendi­nevnd mannað við før­oysk­­um og donsk­um em­bætis­­fólki í dag høvi at leggja landgrunskravið munnliga fyri CLCS. Sendinevndin greiddi frá ymiskum viðurskiftum av týdningi fyri føroyska kravið. Framløgan er form­ligur partur av saml­aða próvtilfarinum, sum CLCS skal taka støðu til.
Írland, Bretland og Ísland krevja øki, ið umskara føroyska/danska kravið. Írland og Bretl­­­and handaðu CLCS teirra krøv á økinum í mars 2009, meðan Ísland ikki enn hevur latið inn sítt krav.
Um fleiri lond seta fram krav um sama land­grunn, skal CLCS hava samtykki frá hinum pørt­unum at viðgera próvtilfarið. Støðan hjá lands­stýr­in­um og donsku stjórn­ini er, at besti mátin at hand­fara tey umskarandi krøv­ini er at viðgera tey sam­stundis.
Fleiri lond hava lat­ið inn krøv um ytra land­grunn og próv­tilfarið, ið CLCS skal taka støðu til, er umfatandi. Tí er torført at meta um, nær CLCS fer undir at viðgera føroyska/danska kravið. Roknað verð­ur við, at tá ið CLCS fer undir viðgerðina, fer tað at taka eini tvey ár frá byrjan til enda.