Basalt
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í næstum fer ein av okkara fremstu jarðalifrøðingum at luttaka á stórari ráðstevnu í Madrid, har evnið m.a. er basalt. Talan er um Hera Ziska, sum er eitt av okkara undangongufólkum í sambandi við leiting eftir kolvetni í føroysku undirgrundini. Ráðstevnan er tann størsta av sínum slag í Europa. Tað er felagsskapurin "European Association of Geoscientists and Engineers (EAGE)" sum skipar fyri ráðstevnuni. Í ár er tað saman við felagsskapinum "Society of Petroleum Engineers (SPE)". Ráðstevnan byrjar mándagain 13. juni og endar hósdagin 16 .juni og er í Madrid í Spania.
Gjørt sítt heimaarbeiði
Heri Ziska er fegin um at hava fingið innbjóðing til at vera við á ráðstevnuni. Tí tað er eftir øllum at døma ikki ein og hvør, sum fær høvi til at halda fyrilestur á slíkari stórari ráðstevnu. Men Heri gjørdi sítt heimaarbeiði væl og slapp ígjøgnum nálareygað. Sum so er tað ein heiður at fáa pláss fyrilestrarpláss millum fleiri av heimsins kendastu fakfólkum á hesum økinum. Og tey eru mong í tali skilst.
Fyrilesturin, sum Heri Ziska fer at halda, snýr seg um, hvussu ein kann nýta magnetisku eginleikarnar hjá basaltinum til at tulka partvís, hvussu basaltið liggur úti á landgrunninum og harútfrá hvussu tað sær út undir basaltinum. Hetta er ein nýggjur háttur at nýta magnetiskar kanningar uppá, og er hann rættuliga spennandi, tí hann kann gera tað nógv lættari og skjótari at tulka stór øki, har basalt er til staðar.
Føroyaøkið í fokus
Heri arbeiðir m.a. saman við Richard Morgan, sum hevur arbeitt við føroyska økinum leingi. Fyrst við World Geoscience, sum var tað felagið, sum savnaði magnetisk data við flogfari í 1995 og 1996, og nú við Veritas Dgc, sum er tað felagið, ið hevur savnað mest seismisk dáta á føroyska økinum.
Sum skilst so eru nógvir av fyrilestrarhaldarunum fakfólk, sum hava havt eitt ella annað tilknýti til kanningar í føroyskum øki. Her kanska serstakliga í sambandi við basaltspurningar.
Orsøkin til at so nógvir fyrilestrar og tilfar annars er um føroyska økið er tann, at nettupp hetta økið hevur verið í tí hepnu støðu, at so nógvir ymiskir kanningarhættir eru nýttir higartil, og tí er umráðið blivið til tað økið í heiminum, har serfrøðingarnir royna seg mest við nýggjum kanningarháttum.
Vón og vánir dríva verkið
Heri Ziska sigur víðari, at tað, sum drívur hendan áhugan fyri føroyska økinum, eru sjálvandi vánirnar fyri at finna kolvetni her. Upprunaliga var størsti váðin í samband við at leita eftir kolvetni undir basaltinum tann sannroynd, at tað var sera torført at fáa eina góða mynd av tí, sum lá undir basaltinum. Men her eru hend stór framstig soleiðis, at tað í dag er møguligt at fáa rættuliga góðar myndir av tí, sum liggur undir basaltinum á stórum parti av Hetlandsrennuni og eisini økjum í ein útsynning. Tí er váðin minkaður nógv, men enn eru tó nógvir ókendir faktorar eftir, sum tað verður arbeitt við.
Goymslugrýtið
Heri Ziska, sum er ein av teimum jarðalisfrøðingunum, sum hevur mestan kunnleika til júst Føroyaøkið og sum eisini hevur góðar vónir um, at stórar nøgdir av kolvetni eru í undirgrundini, sigur, at tann faktorurin, sum hann í dag metir er mest torførur at meta um, er goymslugrýtið. Tað er ongin borur á føroyska økinum, sum hevur borað gjøgnum týðandi nøgdir av basalti, og tí er tað ikki møguligt at siga, hvat liggur undir. Tað ger, at tað er neyðugt at tulka seg fram til, hvat kann verða til staðar. Og har eru nógvir møguleikar, men til ein hevur fingið eitt hol í jørðina, so er ikki møguligt at siga við vissu, hvat slag av gróti er til staðar. Tí er tað so týdningarmikið at fáa borað hol í basaltið nærri Føroyum enn tað fyrr eg gjørt vísir Heri Ziska á.