Føroyingar hava ikki altíð gjørt nógv burtur úr mati og matgerð. Gerandisdagurin var strævin, og tað ráddi um hjá teimum flestu at fáa mettuna og lítið yvirskot mundi vera til tær stóru kulinarisku venjingarnar.
Hinvegin eru fornir matsiðir áhugaverdir og partar av okkara siðsøgu. Fornu matsiðirnir vóru mest knýttir at tí, sum fekst úr sjónum, úr bø og haga. Men við samfelagsbroytingunum komu eisini stórar broytingar í matvanar føroyinga. Fólkatalið vaks, og fjøldin av ognarleysum vaks samsvarandi, ognarleysir kundu fáa traðir, so tú kundi nøkta tann mest grundleggjandi tørvin við eplum og mjólk. Tvøst og spik, seiður og vanligur útróðrarfiskur vóru álitið, men mangan stóð á at fáa mettuna, tá uppiløgur ella fiskaloysi vóru. Eisini grindaárini vóru ymisk, so tað er væl skiljandi, at kanska sjálv matgerðarlistin ikki var tað, sum lá fólkinum fremst í huga.
Hinvegin vóru fólk, serstakliga framskygdar kvinnur, sum royndu at varðveita og menna gamlar føroyskar matsiðir. Hesar undangongukvinnur royndu mangan við góðum úrslitum at breiða út kunnleika til fornar og siðbundnar matsiðir.
Við nýggjum tíðum koma nýggir siðir. Ein týðandi táttur í altjóðagerðini er áhugin fyri lívsstíli og í hesum sambandi ikki minst áhugin fyri matlistini. Hetta er eitt eyðkenni fyri ríka og framkomna heimin, sum vit eru partur av, og hetta er eitt eyðkenni fyri samfeløg við stórum búskaparligum og mentalum yvirskoti. Áhugin fyri mati og matgerð hevur sjálvsagt eisini nakað at gera við allar tær lívstílsjúkur, ið herja framkomna heimin. Meðan milliónir í tilafturskonum londum ikki hava nóg mikið til matna, stríðast milliónir í framkomna heiminum við fylgjurnar av skeivum og heilsuvánaligum mati.
Matmentanin í framkomna heiminum er í stóran mun eyðkend av ósunnum og fitandi skundmati, og gongur hetta serstakliga út yvir børn og ung, ið, sum tilkomin, fáa álvarsamar lívsstílsjúkur at dragast við. Tað er tí at fegnast um, at alt fleiri um okkara leiðir royna at bøta um okkara kostvanar. Tað er bæði gott og gagnligt, at fólk og fyritøkur seta fokus á dygdargóðan og heilsugóðan kost úr okkara náttúrutilfeingi Matfestivalurin, sum var herfyri, avdúkaði teir stóru møguleikar, sum Føroya náttúra goymir, tá vit hugsa um matgerðarlist. Tað er ikki ov nógv sagt, at fólk eru mestsum paff av teimum mongu og spennandi møguleikum, sum vit hava her í Føroyum at menna matgerðarlistina. Vit hava fingið eyga á nýggjar møguleikar, tað veri seg í tí ríkidømi, sum havið goymir eins væl og møguleikunum á landi. Skeljar, fiskur, tari, plantur og seyður – eitt ómetaligt ríkidømi við møguleikum fyri fjølbroyttari og heilsugóðari matgerðarlist. Her eru stórir menningarmøguleikar við atliti at fólkaheilsu og ferðafólkaídnaði.
Tey, sum royna at menna hetta økið, hava uppiborið bæði tøkk og stuðul. Hesi fólk hava fingið okkum at síggja nakrar møguleikar, sum flestu okkara lítið og einki vistu um, men sum kunnu verða okkum at gagni, um vit læra at troyta teir. Matfestivalurin er eitt gott tiltak, sum vónandi verður afturvendandi.