Komandi leygarkvøld verður eitt áhugavert føroyskt bókmenta- og tónleikakvøld á Paludan Bogcafé, sum liggur á Fiolstræde miðskeiðis í Keypmannahavn.
Tiltakið, sum byrjar kl. 18.00, er partur av umfatandi bókmentavikuni við heitinum, København læser. Ein vika við upplestri og øðrum bókmentaligum tiltøkum kring allan býin, sum munna út í stóru, vælumtóktu og afturvendandi bókamessuni í Forum, Bogforum, sum verður í vikuskiftinum 11-13 nov.
Leygarkvøldið á Paludan Bogcafé hava áhugað høvi at hoyra ein part av hvat føroyski bókmentapallurin hevur at bjóða uppá av nýggjum tilfari. Hetta verður borið fram av fimm ymiskum listafólkum. Talan er um Tórodd Poulsen, Vónbjørt Vang, Daniellu Andreasen, Dennis Agerblad og Mai Øvlisen.
Hin altíð virkni Tóroddur Poulsen, sum fyri stuttum gav út yrkingasavnið Bræddur firvaldur, við undirheitinum, 51 ljóð til tøgnina, fer leygarkvøldið at lesa upp úr yrkingasavninum Útsýni, 2010, sum var innstillað til Nordisk Råds Litteraturpris 2011. Verkið, sum júst er umsett til danskt av Erik Skyum-Nielsen, kemur út á forlagnum Torgard í næstu viku.
Dennis Agerblad, sum býr á Vesterbro í Keypmannahavn, er uppvaksin í Vestmanna. Dennis hevur eitt langt CV, tá tað kemur til tónleikaútgávur, framførslur á palli og í sjónvarpi, framsýningar og nógv annað. Dennis hevur við síni list sett spurnartekin við menniskjaliga samleikan ferð eftir ferð, og ikki minst hevur hann á ein heilt serligan hátt sett spurnartekin við, hvat tað vil siga at vera føroyingur.
Leygarkvøldið fer Dennis at framføra løg av hansara nýggju fløgu við special effektum. Fløgan verður til keyps leygarkvøldið.
Daniella Andreasen, sum er búsitandi í Aarhus er kendur bloggari á Tórsportalinum, har hon undir heitinum Daniella bloggar, viðgerð alt tað, ið rørir seg í samfelagnum og í menniskjanum, men sum vit ofta eru bangin fyri ella varin við at seta orð á. Daniella debuteraði í apríl mánaði í ár á forlagnum Eksil við prosa/lyriska verkinum Dilemma, ið vakti ans millum lesarar og ummælarar. Við verkinum gekk Daniella egnar leiðir, bæði í mun til tey evni, sum verða viðgjørd og við sínum bersøgna máli og hátti at siga tingini akkurát sum tey eru. Hetta, uttan at lata seg kúga av fordómum, ótta fyri dómum ella lógum fyri, hvussu eitt verk skal setast saman, hvørki málsliga ella í mun til sjangrukrøv. Leygarkvøldið fer Daniella at lesa upp úr Dilemma, men eisini úr nýggjum tekstum.
Vónbjørt Vang er búsitandi í Keypmannahavn. Vónbjørt debuteraði samstundis við Daniellu á forlagnum Eksil við yrkingasavninum, Millumlendingar.
Yrkingasavnið hjá Vónbjørt fekk sera góð skoðsmál í miðlunum. Eitt nú í mentanarsendingini In Mente í KVF. Vónbjørt hevur áður givið út, millum annað í tíðarritinum Vencil.
Hon er eisini ummælari á Kvinnu, har hon ummælir bøkur, tónleik, filmar og annað.
Mai Øvlisen, Meejah, er úr Aarhus. Leygarkvøldið framførir hon egin løg millum upplestrarnar. Mai hevur verið í Føroyum fleiri ferðir, har hon eitt nú hevur spælt á G!
Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 18.00 og endar kl. 21.20.