Tað vakti stóran ans, tá fimm mans vóru fríkendir í býarrættinum í Keypmannahavn fyri at hava neyðtikið eina føroyska gentu.
Nú kærir ríkisákærin málið inn fyri Eystara landsrætt. Tá málið var fyri í rættinum, fríkendu tveir dómarar menninar, men tann triði dómarin helt talan vera um neyðtøku.
Varastatsadvokaturin sigur sambært Útvarpi Føroya, at hann roknar við, at landsrætturin kemur til eina aðra niðurstøður enn býarrætturin, og at landsrætturin fer at hyggja øðrvísi at prógvunum.
Teir fimm menninir vóru ákærdir fyri at hava neyðtikið ta tá 25-ára gomlu gentuna í eini jólaveitslu í 2001. Hon greiddi rættinum frá, at hon var boðin innar, men seinni drigin útum, har hon var neyðtikin av fleiri monnum í bakgarðinum. Løgreglan fann teknisk prógv móti fimm teirra, men tveir av dómarunum hildu kortini, at talan ikki var um neyðtøku. Tað helt tann triði dómarin kortini, og ta býtið væntar ákærin verður broytt í landsrættinum.
Málið hevur elvt til kjak um neyðtøku í Danmark, og fleiri hava ført fram, at kvinnur eru ov illa vardar í lóggávuni ímóti ágangi.