Sjey føroysk fótbóltsfeløg fáa í næstu slakar fýra milliónir krónur at býta sína millum. Ovurhondsstóra peningaupphæddin er endurgjald frá UEFA til føroysku fótbóltsfeløgini, fyri at hava leysgivið leikararnar, sum eru sáttmálabundnir at teirra feløgum.
HB er tað felagið, sum fær mest burtur úr, tí høvuðsstaðarfelagið fær stívliga 875.000 krónur, meðan lið sum B68, FC Suðuroy og TB einki fáa.
Hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hevur tað vanliga ikki verið nakar trupulleiki at manna landsliðið gjøgnum árini. Leikarar og feløgini hesir hava umboðað, hava í flestu førum verið fegin um hvørt einasta landsliðsboð, ið er komið.
Tó so hava vit dømið við Toda Jónsson, tá hann spældi í FCK, har fólk í danska felagnum vóru alt annað enn glað um, at Todi spældi landsdystir fyri Føroyar. Og kring Evropa hava vit fleiri dømi um hetta, har landslið og feløgini, leikararnir umboða, ikki hava funnið so væl út av tí.
Tí hevur UEFA nú funnið fram 100 milliónir evrur, sum skulu brúkast sum eitt slagi av endurgjaldi til feløgini. 60 milliónur evrur fara til londini, sum luttóku í EM-endaspælinum, meðan 40 milliónir verða býttar millum tey 53 liðini, sum luttóku í undarkappingini til EM í 2012.
Hesir pengarnir skulu so flytast víðari til feløgini, ið hava latið leikarar til landsliðið. Hvør einasti leikari, sum hevur staðið á dómaraseðlinum, telur við í hesum roknistykkinum. Eisini hóast hann ikki hevur spælt. Tað vil siga, at í flestu førum er talan um 18 leikarar fyri hvønn dyst.
Býtislykilin er eitt sindur ymiskur, alt eftir um landsliðið hevur spælt átta, tíggju ella tólv undankappingardystir, men hjá Føroyum, sum hava spælt tíggju dystir, er endurgjaldið, eitt felag fær fyri hvønn einstakan leikara 4.192 evrur, sum svarar til góðar 31.000 krónur.
Tað merkir, at hvørja ferð, eitt felag hevur latið ein leikara til landsliðsfótbólt, og hesin hevur staðið á dómaraseðlinum, so fær føroyska fótbóltsfelagið góðar 31.000 krónur endurgoldið.
Men av tí, at menn sum Gunnar Nielsen, Jóan Símun Edmundsson og fleiri við teimum, hava umboðað útlendsk feløg, so fellur partur av peninginum uttanfyri føroysku landoddarnar. Sostatt eru tað einans 3,9 milliónir krónur, sum fella til føroysku feløgini og ikki allar 5,6 milliónirnar, sum skrivað stendur í dagsins Sosiali.
Hesir pengar verða í næstum býttir millum HB, NSÍ, EB/Streym, B36, ÍF, Víking og KÍ, alt eftir hvussu nógvar leikarar hjá feløgunum hava spælt á landsliðnum.
Býtið er hetta:
HB - 875.804 krónur
NSÍ - 844.532
B36 - 719.952
EB/Streymur - 781.972
ÍF - 344.070
Víkingur - 187.671
KÍ - 155.860