Um vikuskiftið hava 12 føroyskir skjúttar luttikið í sonevndu Copenhagen Grand Prix kappingini í leirdúgvuskjóting. Umframt føroysku og donsku luttakararnar vóru eisini sviar og norðmenn við. Tilsamans vóru yvir 60 skjúttar, og kappast varð bæði í trap og skeet.
Av føroyingunum var tað serliga Finn Ludvig, sum rakti væl, tí seinnapartin megnaði hann at skjóta seg til bronsuna í elitufinaluni í sonvendu trap-kappingini. Finn Ludvig endaði beint aftanfyri danmarksmeistaran í trap.
Eisini varð kappast í skeet, og har gekk tað væl hjá Mariusi Joensen, sum aftur í ár skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum. Hann gjørdist akkurát ov stuttur til finaluna, og Marius varð javnur við besta skjúttan í Svøríki.
Við í føroyska ferðalagnum vóru tríggir av fýra landsliðsskjúttum, og luttøkan í Copenhagen Grand Prix kappingini er liður í fyrireikingini til oyggjaleikirnar, sum verða um knappar tvær vikur.