Føroysk bjargingarfeløg fingu knapt 5,8 milliónir íslendskar krónur

Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgini í Føroyum (systurfelagið hjá íslendska Landsbjörg) fekk í dag handaðar 5.755.000 íslendskar krónur, ið komu inn her á landi eftir ódnina, ið herjaði á Føroyar um jólini og gjørdi stóran skaða.

 

Bjargingarfeløgini í Føroyum svaraðu óteljandi útkøllum og arbeiddu í sera torførum umstøðum. Nakað av tólum og útgerð fekk skaða ella oyðilegðist og tann skaðan fáa feløgini ikki endurgoldnan frá tryggingarfeløgum. Tey, ið tóku stig til innsavningina í Íslandi, tóku avgerð um, at bjargingarfeløgini í Føroyum skuldu fáa tað, ið kom inn.

 

Rakel Sigurgeirsdóttir og Valdís Steinarrsdóttir handaðu peningin í Sendistovu Føroya í Reykjavík saman við gávubrævi, og vóna, at pengarnir verða nýttir føroyingum at frama. Tær tóku stig til innsavningina eftir áheitan á Facebook-síðuni „Færeyingar og Íslendingar eru frændur“. Innsavningin varð sett í gongd tann 29. desember 2016 og endaði tann 17. januar 2017.

 

Til hetta sama høvið í dag, undirritaðu Reyði Krossur í Íslandi og í Føroyum ætlanaryvirlýsing um samstarv, og tað sama gjørdu Slysavarnarfélagið Landsbjörg í Íslandi og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini í Føroyum.

 

 

Millum tey hjástøddu, var Petur Petersen, sendimaður Føroya í Íslandi; Guðlaugur Þór Þórðarson uttanríkisráðharri; Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Kross Føroya; Smári Sigurðsson, formaður í Landsbjörg; Sveinn Kristinsson, formaður í Reyða Kross Ísland; Kristín Hjálmtýsdóttir, dagligur leiðari í Reyða Kross Ísland;.