Varðveita mynstrini
Í 1932 gav Hans M. Debes, út bókina »Føroysk bindingarmynstur«, har hann hevði savnað saman so nógv ymisk mynstur, sum hann kundi fáa fatur á. Hetta arbeiðið varð gjørt fyri at varðveita føroysku bindingarmynstrini, sum annars vóru í vanda fyri at verða gloymd, av tí at tey um hesa tíðina vóru farin at binda so nógv einlitt.
Bókin gav mynsturbindingini í Føroyum nýggjan íblástur, og gjørdi sítt til at bindimentanin fekk nýtt lív. Síðani er bókin givin út fleiri ferðir (í 1949, 1969, 2008), og hvørja ferð hevur nýtt ættarlið av kvinnum glett seg um vøkru mynstrini, og bindingin hevur aftur tikið dik á seg.
Samstundis sum bindibókin hjá Hans M. Debes hevur verið við til at stuðla mynsturbindingini, hevur hon sett eitt mark fyri, hvørji mynstur eru »tey røttu« føroysku bindingarmynstrini, og forðað at nýggj mynstur vórðu gjørd. Har hava uttan iva verið nógv onnur mynstur, og nógvar variatiónir av teimum, sum ongantíð eru vorðin almannakunngjørd.
Í bókini er bert eitt stjørnumynstur, við áttablaðastjørnuni, sum eisini er kend nógva staðni í londunum rundan um okkum. Hetta er eitt mynstur til konufólkatroyggju.
Áttablaðastjørnan var eitt av mynstrunum, sum Paulina eisini gjørdi nógv burturúr.
Bindibókin hjá Paulinu
Í 1934 byrjaði Paulina, sum tá var 52 ára gomul, uppá sína »Strikkebog 2«, sum hon teknaði uppí eitt hefti við puntutum pappíri. Paulina var ófør at binda, men hon tímdi ikki so væl at binda tað sama umaftur, og tí teknaði og broytti hon mynstrini, og setti tey saman á ymiskan hátt. At bókin kallast »strikkebog 2«, sigur okkum, at hon hevur teknað mynstur uppí eina bók áðrenn, men ta bókina hevur ikki lukkast at finna.
í tilfarinum eru fleiri ymiskar áttablaðastjørnur, sum við smáum broytingum og ymsum samansetingum eru gjørdar til uppaftur fleiri bordar og mynstur.
Mynstrini hjá Paulinu kunnu síggjast sum ein tíðarmynd. Tá á døgum, fyri 75 árum síðani, var tað sjálvsagt at øll dugdu at binda. Genturnar lærdu at binda tíðliga, 5-6 ára gamlar. Tær lærdu tað heima, frá mammu ella ommu, og helst skuldu tær duga at binda, áðrenn tær fóru í skúla.
Hetta var ein partur av tí førleika, sum var neyðugur fyri at yvirliva í samfelagnum tá. Øll skuldu hava klæði uppá kroppin, og harumframt var tað eisini ein inntøkumøguleiki, tí nógv varð selt til handilin. Størsta útflutningsvøra úr Føroyum var leingi tey bundnu pløggini, fyrst hosur, og síðani eisini troyggjur.
Bindimentanin
Gamli mátin at sniðgeva, var at hava eina grund-vegleiðing til tey ymisku pløggini, og síðani skapa mynstursamanseting sjálv. Sniðgevingin í heimavirkingini fór fram í hvørjum húsi í Føroyum. Grundreglurnar vóru so sjálvsagdar, at hetta var at rokna sum almenn vitan, at soleiðis átti at vera. Men hetta er um at fara í søguna. Nógv halda seg ikki til at skapa sítt egna, men mugu hava eina uppskrift.
Enn eru fólk til, ið hava førleika og vitan um ta sermerktu føroysku bindimentanina, og ímillum teirra er Nicolina Jensen Beder ein fyrimynd, tá hon við bókini »Seyður, Ull, Tøting« letur víðari sína stóru vitan um hetta mentunarøkið. Hendan bók er ein dýrgripur, har bæði handverksliga og mentunarliga vitanin er varðveitt.
Nútímans bindimentan
Í nútíðar samfelagnum, har flest øll vaksin arbeiða, og tíðin saman við børnunum er stutt, eru færri mammur, sum hava møguleikan, og tíðina, at seta seg við dóttrini áðrenn hon fer í 1. flokk, og læra hana at halda stokkunum rætt.
Bindingin er ikki longur lívsneyðug, og tað er meira tilvildarligt um og nær vit læra at binda. Nógvar vaksnar kvinnur duga tað ikki, og føroyska vitanin um binding, sum varð latin víðari í kvinnulinju, er ikki longur sjálvsøgd. Um genturnar so seinni vilja læra seg at binda, er kanska youtube staðið, har vitanin er at finna, men tá er tað ikki longur føroysk binding, tí ikki er vist at stokkarnir og tógvið verða hildnir uppá gamla mátan.
Ein vandi fyri føroysku bindimentanina er, at minni verður sniðgivið í vanliga húsarhaldinum. Bindibøkurnar, sum nú eru nógvar í tali, kunnu hjálpa við til, at áhugin fyri at binda heldur fram, men samstundis er vandi fyri, at siðbundni arbeiðshátturin fer í søguna.
Føroyskir sniðgevar
Sum frá líður eru rættiliga nógvir útbúnir føroyskir sniðgevar, og fleiri teirra nýta egna mentan til at skapa nýtt. Tað at bundin pløgg eru nógv frammi í altjóða mótarákinum, hevur eisini verið við til at geva bindingini framburð. Ferðafólkavinnan gevur sølumøguleikar, sum kunnu víðkast enn meira.
Dugnaligu føroysku sniðgevarnir eru við til at seta føroysku bindingarmynstrini á mótabreddan, bæði uttanlanda og her heima. Tær vælumtóktu og kendu troyggjurnar hjá Guðrun og Guðrun hava givið íblástur til óteljandi stjørnutroyggjur, eins og litføgru sniðini hjá Jóhonnu av Steinum geva íblástur til nógv bundin pløgg.
Fólkaskúlin ein mentunarberi?
Í námsætlanini fyri handarbeiði er binding ein týðandi táttur, men tíðin er so stutt, og tímarnir so spjaddir, at bindingin hevur trong kor í fólkaskúlanum. Ymiskt er hvussu skúlarnir raðfesta henda førleikan, sum tó er so stórur partur av okkara mentan. Her er eitt mentunarligt tilfeingi, sum kann verða gagnnýtt eisini í øðrum lærugreinum, til dømis í tvørgreinaligum høpi.
Alíkavæl er binding væl umtókt, og kanningar gjørdar í fólkaskúlanum í 2011 vísa, at nógvar gentur læra at binda. Tað er tó minni enn ein triðingur, sum hava lært tað í skúlanum, tær flestu læra tað framvegis frá mammu ella ommu síni.
Tilfeingi í fólkinum
Okkara sermerkta bindimentan er verd at varðveita. Men skal hon varðveitast sum livandi mentan, má hon nýtast, og sleppa at broytast eftir móta og tíðaranda, samstundis sum handverkið verður latið víðari til komandi ættarlið.
Eins og Paulina Reinert sniðgav og bant, hava nógvar aðrar kvinnur í Føroyum dugað at sett saman og endurnýggjað. Binding er í nógvar generatiónir latin víðari í kvinnulinju, frá móðir til dóttir. Hetta er ein máti hjá kvinnum at halda fast við sína egnu mentan.
Nógv í Føroyum hava evnini at skapa, og uppaftur fleiri hava evnini at tillaga og nýgera eftir gomlum sniði, so tað verður hóskandi til nútíðar samfelagið. Við at nýta hesi evni kann mentanin varðveitast, gjøgnum støðuga endurnýggjan. Og við at stuðla ungum fólki at læra seg binding og sniðgeving, kunnu vit menna eitt handverk, sum kundi verið eitt ískoyti til bæði útflutning og ferðafólkavinnu.