Fiskivinna
-? Hetta er ein álvarslig hóttan ímóti tilveruni hjá føroyskum arbeiðsfólki.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur ógvuliga lítið um ætlanina at stovna flakavirki í Lettlandi, sum eisini skal virka føroyskan fisk.
Hann sigur, at hetta er at taka arbeiðið frá føroysku verkafjøldini og tað ætla fakfeløgini ikki at lata sær lynda uttan víðari.
Nøkur Arbeiðarafeløg í Føroyum hava longu tosað saman um støðuna, men enn hava øll ikki verið saman.
? Men tað er púra greitt, at hetta er eitt mál, sum arbeiðarafeløgini fara at taka upp í fullum álvara.
Kann ikki góðtakast
Hans Joensen sigur, at at arbeiðarafeløgini fara at vísa sína stóru misnøgd við støðuna.
?Vit fara at gera politikarum okkara púra greitt, at hetta er ein gongd, sum vit ikki góðtaka.
Hann vísir á, at her er talan um at virka føroyskan fisk á einum virki uttanlands.
Hvussu arbeiðarafeløgini fara at gera tað, dugur hann ikki at siga, fyrrenn feløgini hava viðgjørt støðuna saman.
?Hetta er ein gongd, sum er rættiliga døpur fyri føroysku verkafjøldina, sum arbeiðir á føroysku fiskavirkjunum. Hóast hetta hevur ligið í luftini longi, er virkið í Lettlandi fyrsta ítøkiliga tiltakið at flyta føroysk arbeiðspláss av landinum á hendan hátt.
Sjálvur ivast Hans Joensen ikki í, at verða ikki stig tikin at forða hesi gongd, fara enn fleiri vinnulívsfólk atflyta virksemið í láglønarlond.
Hava ov lítið frammanundan
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelagsigur, at fiskurin undir Føroyum er ogn Føroya Fólks og politikarar kunnu ikki góðtaka, at hann verður fluttur á virki uttanlands at verða virkaður.
? Tað er í lagi, at vinnulívsfólk gera íløgur uttanlands. Men tað kann ikki góðtakast, at tað skal vera við føroyskari rávøru.
Serliga álvarsligt er hetta, tá ið føroysku virkini hava ov lítið arbeiði frammanundan.
? Høvdu virkin í Føroyum havt nóg mikið av fiski og hevði tað borið til hjá arbeiðsleysum fiskafólkum at fingið arbeiði í øðrum vinnum,var støðan øðrvísi. Men hvørgin av hesum treytunum eru uppfyltar og tí er støðan álvarslig.
Hans Joensen ásannar, at í londum rundanum okkum, er tað vanligt, at arbeiðspláss verða flutt uttanlands.
Men fyri tað skulu vit í Føroyum ikki góðtaka tað.
? Vit hava politikarar, sum eru valdir at vísa samfelagssinni og tað eiga teir eisini at gera.
Hann sigur, at politikarar eiga at bera so í bandi at tað er nóg mikið av arbeiði á føroysku virkjunum, áðrenn vit fara at flyta okkara rávøru av landinum.
Hvussu hetta skal vera, veit Hans Joensen ikki.
? Men vit hoyra aftur og aftur, at føroyska flakavinnan hevur ikki flutt seg úr stað seinastu 30 árini. Ein má ti kundi verið at allir partar settust saman at viðgera, hvussu vit kunnu menna vinnuna fyri at varðveita rávøruna í landinum, áðrenn vit fara at hugsa um at útflyta arbeiðsplássini.
Meiri átrokandi enn nakrantíð
Sjálvur hevur hann í eini tvey ár roynt at fingið ílag trýpartasamráðingar ímillum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politikarar um støðuna á Arbeiðsmarknaðinum. Tá ávaraði eg um at fiskivinnan á landi fór á gravarbakkan.
? Enn er onki hent, tí ongin vil tosa um nakað- og nú standa vit við skegginum í postkassanum.
Tí heldur Hans Joensen, at trýpartasamráðingarnar eru meiri átrokandi enn nakrantíð.
? Nú er útflytingin av arbeiðsplássum byrjað og tí er meiri neyðugt enn nakrantíð, at vit øll seta okkum at tosa saman, sigur Hans Joensen.