Tað er sjálvsagt at Føroyar skulu hava sína egnu Stjórnarskipan – Grundlóg, kalla tað hvat tú vilt. Megnar arbeiði, ið nevndin hevur lagt í at gera eina sjálvstøða stjórnarskipan fyri Føroya fólk og Føroya land, má ikki fara fyri skeyti.
Fleyst allir føroyingar eru uttan iva á einum málið um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Um hettar skal verða sum ein partur av Danmark ella ikki, er upp til hvønn einstakan at meta um í hesum sambandi. Tað sum er umráðandi er, at vit verða sædd sum ein sjálvstøðu tjóð, ikki einans sum ein partur av Danmark, men ein partur av heiminum.
Vit hava okkara egna flagg, ið á fyrsta sinni varð borið framm longu í 1919, og hóast eitt langt flaggstríð, bleiv føroyska Merkið 25. Apríl 1940 altjóða viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Eisini hava vit okkara egna móðurmál, sum ikki kann sigast at líkast tí danska nógv. Mentanin í Føroyum er nakað heilt serligt, tað munnu finnast fá lond í heiminum, ið hava eina líka sermerktað, dýrabara og hugtakandi mentan sum okkara. So hví skulu vit ikki hava okkara egnu stjórnarskipan eisini ? Ein riðil av meginreglum fyri føroyar sum tjóð, ið gevur okkum rættin at skipa okkum eftir okkara egnu ynskum.
Demokrati hevur leingið verið stýrishátturin fyri føroyar, men tað sær ikki út til at verða galdandi tá talan er um málið viðvíkjandi Stjórnarskipan Føroya. Ein søguliga breið politisk semja, skuldi tryggja at uppskotið varð samtykt. At so ein greiður minniluti kann forða løgtinginum í at viðgerða nýggju Stjórnarskipanina, er púra burturvið og als ikki demokratist.
Vit kunnu við hesum bert vóna, at ein føroysk stjórnarskipan einaferð gerst veruleiki, jú fyrr jú betur. Vit vilja í øllum førum ikki gevast at berjast fyri, at í Føroyum skulu føroyinar ráða.