Føroyingur selur millióna-fyritøku

Fyritøkan Rawbite, sum millum aðrar føroyingurin Rolf Nolsøe Bau hevur stovnað, er seld til týskan matvørurisa.

 

Rolf Nolsøe Bau stovnaði saman við tveimum øðrum fyritøkuna Rawbite í 2008. Rawbite selur frukt og nøta-stengur, millum annað av økologiskum dadlum og nøtum.

 

Teir hava selt meginpartin av felagnum til týska matvørurisan Bahlsen Group, men eiga framvegis part av felagnum.

- Vit hava sera stórar ætlanir við Rawbite, og við Bahlsen Group á liðnum fáa vit bæði drúgvar royndir og fíggjarligar musklar til at víðka um virksemi, sigur Rolf Nolsøe Bau við Børsen.

 

Fyritøkan byrjaði í køkinum hjá teimum trimum, har teir blandaðu dadlur og nøtir, men eftir nakrar mánaðir lupu teir út í tað og bíløgdu 200.000 stengur frá eini fyritøku í Tjekkia. Í dag vera stengurnar seldar í yvir 30 ymiskum londum.

 

- Tað hevur verið ein fantastisk ferð, men vit halda á. Vit fara at stjórna Rawbite sum ein eginstandandi fyritøka, og vit eru framvegis berandi kreftirnar, sigur hann.

 

Í fjør hevði Rawbite ein umsetning upp á 7,6 milliónir krónur og fyritøkan er voksin fleiri hundrað prosent seinastu fimm árini.

- Okkara drívmegi hevur alla tíðina verið kærleikin til vøruna. Tann dag í dag sita vit enn og smakka allar stengurnar fyri at kanna, um nakað kann gerast betri, sigur Rolf Nolsøe Bau við Børsen.

 

Hann vil ikki siga, hvussu nógv fyritøkan er seld fyri.

- Men vit hava allarhelst ráð til eitt sindur størri jólagávur í ár enn í fjør, sigur hann.