Í kvøld spældi Viking Stavanger sera týdningarmiklan dyst í uppflytingarstríðnum móti Follo HK, ið lá tvey stig frammanfyri føroyingafelagið
Allir tríggir føroyingarnir, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Jónas Gunnarsson Djurhuus fingu leiktíð, men teir fingu ongantíð veruliga fatur á Follo-liðnum.
Tað byrjaði væl hjá Viking, ið kom fram um 2-0, men dysturin javnaði seg skjótt. Kjartan Johansen skoraði til 4-4 eftir knappar 10 minuttir, men so gekk alt galið.
Follo økti til 11-4 eftir at 17 minuttir vóru leiktir, og hetta gjørdist avgerandi munurin.
Endin var, at Viking Stavanger tapti 31-25 eftir 16-12 í hálvleikinum.
Kjartan Johansen fekk fýra mál við seks skotum, Jónas Gunnarsson Djurhuus fekk fýra mál við fimm skotum, meðan Helgi Hildarson Hoydal skeyt eitt mál burtur úr tveimum skotum.
Annars var merkisvert at bæði Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal fingu hvør sítt reytt kort. Bæði reyðu kortini komu eftir tríggjar útvísingar.
Úrslitið hevur við sær at Viking má kaga langt eftir avgerandi triðja plássinum, ið Follo HK nú leggur seg á fyribils.
Støðan í norsku fyrstu deild (handball.no)
Nr | Lag | K | P |
---|---|---|---|
1 | St.Hallvard | 20 | 33 |
2 | Nøtterøy Håndball | 21 | 29 |
3 | Follo HK | 21 | 28 |
4 | Sandefjord Håndball | 21 | 27 |
5 | Sandnes | 21 | 26 |
6 | Charlottenlund | 21 | 26 |
7 | Viking Håndball | 21 | 24 |
8 | Viking TIF | 21 | 24 |
9 | Lillestrøm TH | 20 | 16 |
10 | HK Herulf Moss | 21 | 9 |
11 | Oslo-Studentenes IK | 21 | 8 |
12 | Vålerenga | 21 | 0 |