Føroyar høvdu gyltan møguleika at vinna á Norðurírlandi, men Rógvi Holm misnýtti brotssparkið, sum føroyska liðið fekk í tíðini, dómarin hevði lagt afturat.
- Hetta er ræðuliga harmiligt. Vit høvdu ikki avtalað, hvør skuldi skjóta brotssparkið. Eg tók ábyrgdina á meg, men tíverri eydnaðist tað ikki, sigur Rógvi Holm, sum var millum stinnastu føroysku spælararnar.
Úrslitið var 0-0.
Heðin Askham, annar av føroysku venjarunum, staðfestir, at hann er nøgdur.
- Tað er harmiligt, at Rógvi misnýtir brotssparkið. Tað gerst ikki við. Eg eri sera errin av okkara avrikið, og vit eru fegnir um hetta úrslitið, sigur hann.
Norðurírland var meira á bóltinum. Kristian Joensen, sum vardi føroyska málið, spældi sera væl, og hann vardi meistarliga fyri í fleiri førum. Føroyska liðið smæddist hinvegin ikki burtur, og føroyingarnir royndu eisini at søkja av málunum hjá gestunum. Gunnar Zachariasen átti bestu føroysku royndirnar. Hann var sera nær við í tveimum førum.
Kristian Joensen heldur, at vit skulu vera fegin um úrslitið, hóast misnýtta brotssparkið.
- Tað er eingin vanlukka at spæla javnt móti Norðurírlandi, sigur hann.
Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari, væntar, at føroyska U21-landsliðið fer eisini at fáa nógv stig í hesari undankappingini.
- Her er fleiri dugnaligir spælarar. Róaldur Jacobsen og Hallur Hansson vóru ikki við í dag, men liðið spælir sera væl í dag, sigur Sigfríður Clementsen.
Føroyska U21-landsliðið fekk stig í fyrstu royndini á hesum sinni. ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
FØROYAR U21 - NORÐURÍRLAND U21 0-0 (0-0)
Føroyar U21: Kristian Joensen, 07 Vestur - Høgni Eysturoy, B36, Rógvi Holm, HB, Erling Jacobsen, Víkingur, Jan Ellingsgaard, ÍF (Rene Joensen, Brøndby) ? Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, Karl Løkin, ÍF, André Olsen, B68 (Bogi R. Petersen, Vejle), Dánjal á Lakjuni, ÍF ? Gunnar Zachariasen, AB DK (Heini Vatnsdal, FC Suðuroy) ? Klæmint Olsen, NSÍ
Á beinkinum: Rógvi E. Nielsen, 07 Vestur, Jógvan Isaksen, KÍ, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Bárður Hansen, Víkingur, Petur Meinhard Magnussen, B68, Bogi R. Petersen, Vejle, René Joensen, Brøndby
Norðurírland: Conor Devlin, Manchester United ? Seanan Clucas, Oliver Norwood, Manchester United, Christopher Ramsey, Nathan Hanley ? William Grigg, Walsall, Christopher Ramsey, Matthew Lund, Stoke City, Joshua Carson, Ipswich Town ? Liam Boyce, Werder Bremen, Joshua Magennis, Aberdeen
Á benkinum: Wayne Drummond, Carl Winchester, Sean McCashin, Matthew Ball, Rory McKeown, James Lawrie, Michael Bryan
93 Dysturin er liðugur. Føroyar hava fingið sítt fyrsta stig í hesari undankappingini.
91 Rógvi Holm tók ikki av møguleikanum úr ellivu metrum! Verjuspælarin sendi bóltin mitt fyri málið, og málverjin hevði ikki stórvegis trupulleikar av skotinum.
90 Brotsspark til Føroyar!! Klæmint Olsen fór um koll í feltinum, og dómarin ivaðist ikki!
90 Tríggir minuttir eru lagdir afturat.
88 Kristian Joensen stórbjargar! Norðurírland sendi bóltin innfyri úr vinstru, Liam Boyce stýrdi bóltin móti málinum, men føroyski málverjin vardi meistarliga fyri!
85 Føroyskt skjótálop, sum endar við, at Dánjal á Lakjuni roynir seg. Málverjin stýrir bóltinum út til hornaspark. Føroyar fáa einki burtur úr hornasparkinum.
84 Føroyar raktu tvørtræið! Høgni Eysturoy sendi innfyri úr høgru. Hann ætlaði bóltin til Klæmint Olsen, men bólturin fór á tvørtræið.
81 Karl Løkin fær gult kort fyri at geva sær ov góðar stundir.
80 Føroyar hava framt sína seinastu útskifting. Gunnar Zachariasen er farin út, og Heini Vatnsdal er komin inn.
80 Og tó! Kaj Leo í Bartalsstovu setti ferð, fór framvið mótstøðumanni og smekkaði til, men omanfyri.
79 Tað er lítið bit í føroyska álopsspælinum nú. Tað er líkt til, at Føroyar hugsa fremst av øllum um at fáa eitt stig.
77 Føroyska liðið hevur skift út. René Joensen hevur loyst av Jan Ellingsgaard, sum fer av vøllinum við skaða.
75 Støðan er lítið broytt. Norðurírland er meira á bóltinum.
70 Norðurírland hevur skift út. William Grigg er farin út, og Matthew Ball úr Norwich Town er komin inn.
69 Føroyar hava skift út. Bogi R. Petersen hevur loyst av André Olsen.
68 Føroyingarnir gera nógv mistøk nú, men tíbetur hava gestirnir ikki gagnnýtt góðu støðurnar. Kristian Joensen hevur vart fyri fleiri ferðir.
67 - Fleiri av føroysku spælarunum tykjast troyttir nú. Bill Mc. Leod Jacobsen og Heðin Askham noyðast at hugsa um at skifta út, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
65 Nú eru gestirnir meira á bóltinum. Norðurírland hevur trýst seinastu minuttirnar. Oliver Norwood hevur tikið trýst hornaspørk seinastu løtuna.
60 Nú var Norðurírlandi nær við! Eftir hornaspark fekk ein norðuríri høvdið á, men framvið málinum.
59 Aftur eitt føroyskt hornaspark, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist at fáa nakað burturúr.
56 - Tað sær sera gott út hjá føroyska liðnum nú, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
55 Gunnar Zachariasen var aftur sera, sera nær við at leggja Føroyar á odda! Jan Ellingsgaard fór til stroks í vinstru, sendi innfyri, tá bólturin brádliga lá fyri føturnar á Zachariasen. Hann hevði bæði pláss og tíð, men tíverri fór skotið framvið málinum.
49 - Føroysku spælararnir vísa stórt sjálvsálit nú, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
48 Føroyar trýstir nú. Aftur eitt hornaspark, men eingin fekk høvdið á bóltin.
47 Hornaspark til Føroyar, men lítið spurdist burturúr. Føroyska liðið hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin.
46 Seinni hálvleikur er byrjaður. Norðurírland hevur framt eina útskifting. Joshua Magennis, Aberdeen, sum var eyðsýndur fyri steðgin, er farin út. Michael Bryan, Watford, hevur loyst hann av.
46 Hálvleikur. Framvegis málleyst í Gundadali.
45 Ein minuttur er lagdur afturat.
42 William Grigg hevur fingið gult kort.
41 Besta føroyska royndin higartil! Gunnar Zachariasen, AB, royndi seg við beinleiðis frísparki, men bólturin fór beint upp um málið. Føroyar vóru sera nær við at leggja seg á odda.
40 Matthew Lund, Stoke City, hevur fingið gult kort.
36 - Norðurírarnir tykjast meira troyttir nú, umframt, at føroyska liðið er betri skipað. Tað sær munandi betri út nú, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
35 Norðurírland hevur givið sær betri stundir seinastu minuttirnar. Nú hava gestirnir ikki eins nógva ferð á bóltinum.
31 Joshua Magennis var púra einsamallur við Kristian Joensen, men málverjin úr Runavík stórbjargaði. Magennis iðrar seg, tí talan var um ein stóran møguleikan. Føroyska verjuspælið var lítið sannførandi.
29 - Hóast Norðurírland hevur verið omaná fyrstu løtuna, so er munurin ikki so stórur, at vit ikki kunnu vera við, heldur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
25 Dánjal á Lakjuni, Kaj Leo í Bartalsstovu og Klæmint Olsen royndu seg við skoti, men bólturin fór í mótstøðumenninar hvørjaferð.
24 - Vit eru ikki nóg raskir. Føroysku spælararnir noyðast at renna meira og geva mótstøðumonnunum minni pláss at spæla á, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
20 Norðurírland hevur verið nær við í tveimum førum! Kristian Joensen vardi væl og stýrdi bóltinum út til hornaspark. Erling Jacobsen vardi fyri á málstrikuni eftir hornasparkið!
19 - Føroyska liðið skal vinna luftdystirnar. Tað kann skjótt verða vandamikið, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
18 Norðurírland er serliga vandamikið við langum bóltum. Hóast vælvaksnu Rógvi Holm og Erling Jacobsen manna føroysku miðverjuna, hava gestirnir vunnið luftdystirnar á føroysku hálvuni.
16 Joshua Magennis, Aberdeen, hevur havt fyrstu royndina. Hann var staddur uttan fyri brotsteigin, tá hann smekkaði til, men bólturin var omaná málið hjá Kristiani Joensen. Eingin vandi á ferð.
11 Føroyska liðið er byrjað sum væntað, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari. Hann heldur, at føroyingarnir vildu vita, hvussu gestirnir fóru at leggja fyri. Føroyar eru væl við nú.
7 Føroyar hava havt tvey hornaspørk upp í slag, men einki kom burturúr.
3 Gestirnir úr Norðurírlandi hava lagt nógv fyri. Teir eru raskir og royna at seta føroyska liðið undir trýst. Higartil hevur eingin møguleiki verið.
1 Dysturin er byrjaður. Fótbóltslíkindini eru góð.
Undan dystinum:
Føroysku landsliðsvenjararnir ræðast ikki at spenna álopsbogan í kvøld, tá Norðurírlandi vitjar á ovara vølli í Gundadali. Føroyska U21-landsliðið hevur skavað eina rúgvu av stigum saman í Gundadali seinastu árini. Bill Mc. Leod Jacobsen og Heðin Askham hava sagt, at teir ætla sær eins nógv stig sum í síðstu undankapping. Tá vunnu Føroyar sær heili 11 stig.
- Ætlanin er at leggja bragdliga fyri í kvøld og fáa fyrstu stigini til høldar, siga venjararnir.