Føroyingar við í flogóhappi

Tveir føroyingar vóru við flogfarinum hjá Air Iceland, sum koyrdi út av breytini í Nuuk undir lending í dag. Tá eitt flogfar hjá Air Iceland fór út av breytini undir lending í Nuuk í Grønlandi í dag, vóru eisini føroyingar millum tey tilsamans 31 ferðandi. Keldur, sum Portalurin hevur, siga, at tveir føroyingar vóru við flogfarinum.

Ein talsmaður hjá íslendska flogfelagnum sigur við fjølmiðlar, at flogfarið fekk eitt vindblak á seg, tá tað skuldi seta seg. Høgra hjól kom heldur harðliga niður á vøllin og brotnaði. Flogfarið helt fram út av breytini út í trygdargeiran, har tað steðgaði.

-Eingin fekk skaða, og tey 31 ferðafólkini fóru úr flogfarinum og høvdu hondviðførið við sær, sigur talsmaðurin.

Ferðafólkini hava fingið sálarliga kreppuhjálp.

Morgunblaðið skrivar, at flestu ferðafólkini vóru danir ella grønlendingar - og at onkur føroyingur eisini var millum ferðafólkini. Manningin, sum taldi trý, var íslendsk.