Festivalurin byrjaði mikukvøldið, og var eftir øllum at døma væleydnaður, tað vóru í stórsta mun íslendskir tónleikarar sum framførdu fyrsta kvøldið, millum annað framførdu Reykjavikadætur, sum áður hava spælt á G! Festivalinum her heima í Føroyum.
Í kvøld skula Eivør Pálsdóttir og Heiðrikur á Heygum spæla á festivalinum, sum teir fyrstu føroysku tónleikararnar á Iceland Airwaves pallinum í ár. Eivør skal eisini spæla í annaðkvøld, og tá spæla Danny & the Veetos og Lyon eisini.
Iceland Airwaves er ein vælumtóktur festivalur, millum annað hava verðinskendir bólkar, Florence and the Machine, Mumford and Sons, og Of Monsters and Men framført á festivalinum áður.