Bandakríggj hevur seinastu mánaðirnir herjað í danska høvuðsstaðnum, eftir at bandin Loyal to Familia er farin at vaksa um sítt virksemi. Tað hevur skapt øði í økjum í Nordvest og Nørrebro, har lokalir bandar hava svarað aftur og vart síni økir.
Føroysku Marina Moraitis og sjeikurin hennara Hans Christian Andreassen búgva á Nørrebrúgv saman við synum teirra Jóannes, ið er fimm ára gamal og Matheus, ið er eitt ára gamal. Hans Christian hevur búð alt lív sítt á Nørrebrúgv.
Marina Moraitis hevur fleiri ferðir fingið at vita, at hon burdi flutt av Nørrebrúgv, tí har ikki er trygt. Hon sigur sjálv, at hon ongar ætlanir hevur um at flyta.
– Eg elski stórbýin, Nørrebrúgv og mentanina her, hóast ófriðurin ávirkar meg, sigur hon.
Les alla samrøðuna við føroyingin á Nørrebrúgv í Sosialinum, ið er í sølubúðunum mánadagin.