Tann 17. september verður greitt, hvør fær natúr- og umhvørvisheiðurslønina frá Norðurlandaráðnum. Hetta boðaði Norðurlandaráðið frá í tíðindaskrivi í gjár. Á fundi í Reykjavík um góðan hálvan mánað almannakunngerð Norðurlandaráðið, hvør fær tær 350.000 krónurnar, sum fylgja við heiðurslønini.
Níggju kandidatar eru at velja í, harímillum P/F OSR Faroes. Nevndin, sum avger hvør fær prísin, telir 13 limir. Tveir limir eru úr hvørjum norðurlandi, meðan tey trý sjálvstýrandi økini hava hvør sín lim.
Til ber at lesa meir á www.norden.org/nr/pris/sk/index.asp.