Føroyar fingu ein veruligan niðurtúr á Tórsvølli í EM-dystinum ímóti Fraklandi leygardagin. Longu tá 10 minuttir vóru spældir, høvdu fraklendingar skorað tvey mál.
Í seinna hálvleki skoraði Frakland fýra ferðir, og so kundi tað illa upplagda føroyska liðið fara av vøllinum við enn einum stórtapi.
- Vit høvdu ein off-dag yvir alla linjuna, og tá tú hevur tað ímóti einum so sterkum liði sum Fraklandi, so fært tú ein frammaná, segði ein vónbrotin Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, eftir dystin.
Føroyar-Frakland 0-6 (0-2)
0-1: Nicolas Anelka 7.
0-2: Thierry Henry 8.
0-3: Karim Benzema 49.
0-4: Jéróme Rothen 65.
0-5: Karim Benzema 79.
0-6: Hatem Ben Arfa 90.
Føroyar: Jákup Mikkelsen - Christian Høgni Jacobsen, Jón Rói Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Einar Hansen - Símun Samuelsen (Andrew av Fløtum, 84.), Mikkjal Thomassen (Rókur av Fløtum Jespersen, 77.), Súni Olsen, Hjalgrím Elttør (Bergur Midjord, 46.) - Christian Lamhauge Holst, Rógvi Jacobsen.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: René Tórgarð, Herbert í Lon Jacobsen, Óli Hansen, Hans Pauli Samuelsen.
Gult kort: Súni Olsen 56.
Frakland: Mickael Landreau - Bacary Sagna, Lilian Thuram, EWric Abidal, Patrice Evra - Jérémy Toulalan, Claude Makelele (Lassana Diarra, 73.), Franck Ribéry (Hatem Ben Arfa, 64., Jérome Rothen - Nicolas Anelka (Karim Benzema, 46.), Thierry Henry
Gult kort: eingin









