Ríkisfelagsskapurin
- Hetta er onki minni enn landsskaðiligt virksemi.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður og varaløgmaðr er alt annað enn fegin um ráðstevnuna um, sum norðuratlantsbólkurin helt á Christiansborg herfyri.
Hann leggur dent á, at tjóðveldisflokkurin og norðuratlantsbólkurin hava fullan rætt til at halda tær ráðstevnur, teir vilja.
Men hann sigur, at við hesum tiltakinum beinleiðis eggjar tjóðveldisflokkurin dønum til at leggja seg út í føroyskan politikk.
Bjarni Djurholm minnir á tey sera spentu viðurskiftini, sum vóru ímillum danir og føroyingar í kjalarvørrinum á kreppuni.
- Tá gingu tjóðveldisfólk á odda at skuldseta danir fyri at leggja seg út í føroyskan politikk og at taka føroyingar av ræði.
- Støðan var rættiliga spent tá. Politiskt var stór ósemja ímillum danir og føroyingar. men eisini imillum vanliga danan var ein rættilig øsing ímóti føroyingum.
Fingu alla ábyrgdog allan myndugleika
Bjarni Djurholm sigur, at í juni 1998 eydnaðist tað kortini landsstýrinum at fáa eina avtalu við donsku støjrnina sum staðfestir, at ábyrgdin fyri fíggjarpolitikkinum í Føroyum, liggur hjá Føroya Landsstýri.
? Í hesi avtaluni verður staðfest púra greitt, at ábyrgdin og myndugleika fyri fíggjarpolitikkinum í Føroyum liggur hjá landsstýrinum.
? Síðani hevur verið fullkomiliga friður í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark.
Men nú hendur so tað, at tjóðveldisflokkurin og Norðuratlantsbólkurin fara til Danmarkar at halda eina ráðstevnu um føroysk viðurskifti, har danski blokkstuðulin til Føroya er eitt høvuðsmál.
? Sostatt er tjóðveldisflokkurin farin at sáa iva um tann sjálvavgerðarrætt, vit fingu í avtaluni frá 1998.
? Og tað er rættiliga hugvekjandi, at tað júst skal vera tjóðveldisflokkurin, sum fer so vítt, sigur Bjarni Djurholm.
? Hetta er at draga føroyskan fíggjarpolitikk niður til Danmarkar, har hann als ikki hoyrir heima og tað er rætt og slætt landsskaðiligt virksemi.
Føroyingar eru eitt oyðiland
Bjarni Djurholm sigur, at høvuðsboðskapurin á hesi ráðstevnuni hevur verið, at føroyingar fáa hundraðtals milliónir frá dønum um árið, sum vit í roynd og veru blaka burtur og at vit eru eitt oyðiland.
? Hetta er tað saman sum at fortelja dønum, at føroyingar eru ábyrgdarleysir og tað mátti ikki sømt seg.
? Men við hesi framferðini, er Tjóðveldisflokkurin sostatt í ferð við at avreiða tað avtaluna, sum vit fingu í 1998 og har tað er staðfest, at vit hava sjálvi ábyrgdina av okkara fíggjarpolitikki.
? Hetta er onki minni enn eitt bakbit ímóti teimum avtalum, vit gjørdu við danir í 1998, leggur hann afturat.
? Tað er ringur fuglur, ið drýtur í egið reiður, men tað er júst tað, sum tjóðveldisflokkurin hevur gjørt.
Bjarni Djurholm sigur, at í kjalarvørrinum á hesi ráðstevnuni, hevur aftur ein øsing tikið seg upp ímóti Føroyum, bæði ímillum politikarar og ímillum vanliga fólki í Danmark.
? Og nú er enntá føroyskur skattapolitikkur drigin upp í kjakið og sjálvt føroyskir fiskimenn eru drignir uppí. Hann sipar til, at nú eru eisini danir farnir at finnast at frádráttinum, sum fiskimenn fáa.
? So langt er tjóðveldisflokkurin farin, staðfestir Bjarni Djurholm.
Vilja skapa øsing
Bjarni Djurholm heldur, at ráðstevnan hjá tjóðveldisflokkinum er ómetaliga óheppin fyri føroyskan politikk, serliga tá ið vit minnast til, at framgongdin í føroyska búskapinum er við at venda og at tað tískil liggja ovurhonds stórar avbjóðingar fyri framman hjá landsstýrinum fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina.
? Samstundis verður avleiðingin tann, at vit nú mugu at brúka drúgva tíð og nógva kreftir upp á at sannføra danir um, at vit eru ikki so ábyrgdarleys, sum hendan ráðstevnan hevur málað á veggin
Bjarni Djurholm sigur, at hendan ráðstevnan tænir ongum endamáli enn at øsa danskar politikarar og vanliga fólki í Danmark upp ímóti føroyingum.
Men hann ivast ikki í, at júst tað er endamálið hjá tjóðveldisflokkinum.
? Tjóðveldisflokkurin brúkar eitthvørt høvi til at gera vart við seg polititiskt. Vit sótu í samgongu í seks á, men hjá tjóðveldisflokkinum var yvirtøku- soðið rættiliga tunt, tí teir megnaðu ikki at yvirtaka eitt tað einasta mál. Og tá ið tað fór at sansa at, tók hann til rýmingar úr samgonguni.
Bjarni Djurholm heldur, at tað er tænir tjóðveldisflokkurin til lítlan sóma, at hann nú fer til Danmarkar at skapa sær ein nýggjan, politiskan front.
? Endamálið hjá tjóðveldisflokkurin er at halda fast um tað sera spentu støðu, sum var ímillum Føroyar og Danmark í kreppuárunum og tí fara teir nú til Danmarkar at skapa øsing um blokkstuðulin.
? Hendan áhaldandi misnøgdin ímillum Føroyar og Danmark eigur lívið í tjóðveldisflokkinuma og tí royna teir aftur at skapa øsing í Danmark ímóti Føroyum. Og tí er tað eisini avgerandi fyri tjóðveldisflokkin at halda pottinum í kóki.
? Og tá ið tað vísir seg, at teir ikki fáa undirtrøku fyri sínum politikki í Føroyum, gera teir ikki mætari, enn at teir fara til Danmarkar at draga danskar politikarar og danska almenningin upp í. fyri at fáa tey at hjálpa sær.
Annars siga tjóðveldismenn, at ongin røðari var valdur útfrá politiskum orsøkum og at endamálið var einans at fáa vitan?
? Eg kann bara minna á, at tann eini høvuðsrøðarin (Hermann Oskarsson, blm) var í uppskoti til at vera valevni fyri tjóðveldisflokkin til løgtingsvalið. Meiri er ikki neyðugt at siga um tað, sigur Bjarni Djurholm.