##med2##
Enn einaferð vóru okkara kurvabóltsspælarar nær við at hála heim fyrsta sigurin á oyggjaleikum nakrantíð.
Sunnudagin taptu Føroyar tepurt 74-79 móti Jersey. Í dag taptu Føroyar enn teprari 44-46 til Oynna Wight. Tað gekk væl hjá føroyska liðnum at verja, men í hinum endanum vóru nógvir møguleikar brendir.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal frásøgumann siga frá dystarendanum. Janus Jakobsen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Fríða í Geil Jensen, ið iðrar seg nógv um, at hann og liðfelagarnir ikki tók av møguleikunum í dystinum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran, John Norðbúð Thomsen sum eisini harmast tapið, men kortini kann fegnast um, at hansara spælarar spæla dystir undir trýsti og við áskoðarum. Tað er bara synd, at tað altíð skulu ganga tvey ár millum avbjóðingarnar.
##med3##