Føroyar vóru ein orsøk

Bara tað at hyggja at sjónvarpi leygardagin krevur fyrireiking, sigur Josef Hickersberger í samrøðu, sum varð gjørd við APA-tíðindastovuna fyrr í vikuni

Fótbóltur

 

Tað eru nú tríggir mánaðir síðani, at Josef Hichersberger segði seg úr starvinum sum Eysturríkskur venjari. Síðani hevur hann ikki verið serliga nógv frammi við útsagnum um fótbólt, men tað tykist tó víst, at hann skjótt aftur verður at síggja sum fótbóltsvenjari.

Í vikuni gjørdi tíðindastovan, APA, samrøðu við venjaran, og her staðfesti Hickersberger, at dysturin móti Føroyum var ein orsøk til, at hann ikki longur er landsliðsvenjari. Og hann staðfesti eisini, at hann als ikki gleðir seg at síggja dystin í sjónvarpi.

- Tað fer heilt víst at vekja kenslur, líkamikið hvussu leikur fer. Og eg eri fegin um, at eg ikki eri partur av dystinum. Hatta var ein dystur, sum á ongan hátt hevði sína sjarmu fyri mítt viðkomand, og tí snýr tað seg kanska mest um at fyrireika meg til upplivingina. Tí eg havi ongan tørv á at verða mintur um tað, sum fyrifórst fyri 18 árum síðani. Sum so er tann dysturin heldur ikki áhugaverdur í sjálvum sær, men tapið ta ferðina er ein orsøk til, at eg ikki longur standi á odda fyri landsliðnum.

Men var tað bara tað, at tú vildi burtur frá Føroyum?

- Nei. Eg eri framvegis sannførdur um, at mín avgerð var góð fyri eysturríkska fótbóltssambandið, fyri liðið og fyri meg sjálvan. Sjálvur havi eg tað í øllum førum munandi betur nú, og aldurin er eisini nakað, sum eg noyðist at taka atlit til.

Og hvat hevur tú nýtt tíðina til, síðani tú legði frá tær?

- Fyrst og fremst havi nýtt tíðina til at endurfinna meg sjálvan. Seinastu mánaðirnar havi eg fingist við ymiskt fyrifallandi og annars tikið tað róligt. Men tað er eitt alment loyndarmál, at eg fegin vil verða venjari aftur. Men tað skal vera stuttligt fyri sjálvan, so tað hevur týdning, hvat felag eg kann fáa møguleikan hjá.

Hvussu metir tú, at landsliðið er fyri í dag?

- Eg skal ikki døma men bert observera. Men eg vil gjarna siga tillukku við góðu úrslitunum móti Italia og Fraklandi, men sum dómari eri eg helst framvegis ov subjektivur, tá eg skal meta um landsliðið.

Á UEFA-kongressini fyri landslið varð sagt, at tendensurin nú er, at landsliðini spæla meira málsøkið. Sæst hetta eisini á eysturríkska landsliðnum?

- Tað er alt ov stutt fráliðið til at meta um tað. Liðið hevur bert spælt tríggjar dystir við Karel Brückner sum venjara. Og fyrst og fremst ræður tað hjá honum um at finna fram til, hvussu nógv liðið kann fara fram, uttan at verjan verður ov opin.

Eftir sigurin móti Fraklandi segði Marc Janko, at tú átti 50% av hesum. Hvussu stóran part heldur tú, at tú eigur av seinastu úrslitunum?

- Tað er altíð stuttligt, tá tú fært heiðurin av arbeiðinum hjá øðrum. Men so eigi eg helst eisini mín part í tapinum móti Litava.

Tá tú hyggur at tínum seinna tíðarskeiði sum landsliðsvenjari. Er so nakað, sum tú vildi ynskt, at tú hevði gjørt øðrvísi?

- Nei. Tí ætlan okkara var røtt. Tað var tørvur á einum ættarliðsskifti, og tað framdu vit. Kanska kanst tú siga, at vit høvdu ov sterk mótstøðulið í fyrireikingum okkara, og at vit tí vunnu ov fáar dystir. Men tú kanst bara læra frá teimum, sum eru betur. Hinvegin kundu vit kanska eisini valt onkrar dystir, har sannlíkindini fyri sigri vóru størri, tí áhugin fyri landsliðnum fellur, um tað er ov langt millum sigrarnar.