Uttan at hava spælt nakran dyst, so hevur føroyska landsliðið klatrað tvey pláss upp á nýggjasta FIFA styrkilistanum til nummar 153. Spania er framvegis fremst, Ongland er hægri enn nakrantíð, meðan Suður Sudan er við fyri fyrstu ferð.
Tað hevur bara gingið ein veg síðani føroyska landsliðið við einum brotparti av einum stigi, megnaði at leggja Wales aftur um seg undan lutakastinum til HM 2014 undankappingina. Føroyska liðið hevur verið at funnið heilt niðri á 155. Plássi, men nú gongur aftur rættan veg.
Føroyska landsliðið skal spæla fýra dystir í ár. Fyrst verður ein venjingardystur móti einum sterkum íslendskum landsliðið. Síðani gongur leiðin til Týsklands tíðliga í septembur. Í oktober spæla vit tveir heimadystir. Ein móti Svøríki og ein móti Írlandi.
Føroyar liggur aftanfyri Yemen og Palistina og frammanfyri Hong Kong og Fiji.
Spania er framvegis ovast á FIFA styrkilistanum, meðan Ongland liggur á triðja plássi. Tað er tað hægsta Ongland nakrantíð hevur verið á styrkilistanum, hóast teir ikki eru komnir í eina hálvfinalu síðani 1996.
Suður Sudan er nýggjasta landið, sum hevur fingið limaskap í FIFA. Við einum 2-2 javnleiki móti Uganda hava teir longu klatrað upp á eitt 199. pláss.










