Altjóða samstarv
Møguleikarnir hjá føroysku fiskivinnuni á fjarleiðum verða alsamt trengri og trengri.
Fyri at fáa fleiri bein at standa á, hava føroyingarav og á roynt at menna fiskivinnusamstarv við fjarskotin lond. Í hesum sambandi hava vit roynt okkum í Ný Sælandi og ymsastaðni í Afriku.
Men hesar royndir hava allar verið miseydnaðar.
Nú royna vit so einaferð afturat. Aftrur hesuferð er tað langt burturi, við kyrrahav, beint sunnanfyri miðkringin, ? í Peru.
Og tað kann so skjótt vera at fiskivinna í Føroyum og Peru fara at ganga saman í eitt samstarv, sum kann verða ógvuliga gevandi fyri báðar partar.
Og tað eru nógv betri útlit til, at hetta samstarvið fer at hepnastbetri, tí hesuferð er ætlanin at fara ørðvísi til verka, sigur Bogi Eliasen á uttanríkisdeildini hjá landsstýrinum, sum hevur avbeitt við hesi ætlanini fyri landsstýrið.
Hann sigur, at í hesum føri er ætlanin at menningarhjálp og vinnuligt samstarv skulu ganga hond í hond.
? Tað byrjaði alt við einum vilja hjá hesum landsstýrinum um, at føroyingar átaka størri altjóða ábyrgd í sambandi við menningarhjálp.
Altjóða samfelagið hevur meiri ella minni sett sum mál, at tey ríku londini eiga at brúka 0,7 % av bruttutjóðarinntøkuni til menningarhjálp.
Men tað er so ómetaliga langt frá, at føroyingar hava livað upp til hendan setningin, tí hesi seinastu árini hava vit bara brúkt 300.000 krónur um árið til menningarhjálp. Skuldu føroyingar livað upp til altjóða ásetingarnar, skuldu vit latið sjey milliónir í menningarhjálp.
Tað hevur hetta landsstýrið sett sær fyri at bøta um og á fíggjarlógini fyri 2005, er játtanin til menningarhjálp 10 faldað upp í 3 milliónir.
I hesum sambandi hevur landsstýrið eisini sett sær sum mál, at peningurin skal brúkast til veruliga menningarhjálp og ikki bara til hjálp í sambandi við vanlukkur. Sostatt skal peningurin brúkast til menningarhjálp og ikki bara til neyðhjálp.
? Peningurin skal sostatt ikki bara latast, men heldur brúkast til burðardygga menning í einum øki, sigur Bogi Eliasen.
Hann sigur, at landsstýrið helt tað vera rættast at brúka peningin í einum oyggjalandi, sum líktust Føroyum ella at brúka teir í einum ávísum øki í einum størri landi.
? Men fyri at fáa skapa burðardygga, vinnuliga menning í einum øki, er tað av stórum týdningi at hava vinnulívið við, tí tað er vinnulívið, sum dugir best at menna eina vinnu og sum dugir best at ráðgeva um vinnulív og sum dugir best at loysa ávísar vinnuligar uppgávur í landinum, sum menningarhjálpin skal latast til.
? Vit høvdu væntað, at tað skuldi taka okkum nøkur ár at sannføra vinnulívið í Føroyum um at hetta kundi verða ein møguleiki.
? Men eftir at frágreiðingin um menningarhjálp hevði verið fyri í løgtinginum, hendi tað, at vinnulívsfólk vendu sær til okkara og vístu okkum á Peru. Talan var um fólk, sum høvdu innlit í viðurskiftini í Peru og sum eisini høvdu ítøkilig vinnulig áhugamál. Men tey vildu eisini arbeiða við menningarhjálp. Hetta er eitt arbeiði sum kollfirðingurin, Jógvan Martin Joensen, hevur samskipað.
? Tá ið tað nú vísti seg beinanvegin at vera ein ítøkiligur áhugi fyri Peru, gjørdi landsstýrið av at taka av tilboðnum, um vit kunnu siga tað soleiðis, heldur enn at brúka langa tíð at leita eftir øðrum, hóskandi ætlanum.
Í hesum sambandi var Bogi Eliasen í Peru í summar. Samstundis var ein sendinenevnd av føroyskum vinnulívsfólkum í Peru.
Menningarhjálpin og vinnuligi áhugin annars eru atskild, men tað gagnar avgjørt einum slíkum arbeiðið at hava vinnulívið við og tað er ein fyrimunur at taka báðar tættirnar við. Og tá ið vit fara út um landoddarnar, er tað sjálvsagt, at vit eisini hugsa um føroyskt vinnulív.
Stúra ikki fyri at verða kollrend
Bogi Eliasen sigur, at tað vísur seg, at myndugleikarnir í Peru, eru sera áhugaðir fyri samvinnu við Føroyum.
Í hesum sambandi er støddin á Føroyum ein stórur fyrimunur.
? Føroyar eru so lítlar, at tað er ongin vandi fyri, at vit fara at renna Peru um koll, heldur ikki á fiskivinnuøkinum, hvørki í íløgum, ella við at senda fiskiskip í hópatali til Peru at fiska.
? Hetta hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur hjá okkum.
Í Peru hevði Bogi Eliasen m.a fundir við uttanríkismálaráðið og uttanríkis-handilsmálaráðið um møguleikar fyri eini fríhandilsavtalu við Føroyar. Hann hevði eisini fund við Fiskimálaráðið, sum er ein deild undir Framleiðslumálaráðnum og Framleiðslumálaráðið um samstarv á fiskivinnuøkinum og øðrum vinnuligum økjum. Hann hevði eisini fund við menningarmálaráðið.
Og Bogi Eliasen ivast ikki í, at tað eru avgjørt møguleikar hjá føroyskari fiskivinnu og føroyskum vinnulívi annars at samvinna við Peru.
?Peru hevur eina strandalinju upp á 2400 kilometrar og havið uttanfyri er eitt tað ríkasta av øllum. Tað ger Peru til næststørstu fiskivinnutjóð í heimi. Tey fiska einar 20 ferðir so nógv sum Føroyingar, men kortini er fíggjarliga avkastið í fiskivinnuni í Peru ikki meiri enn tvær ferðir so stórt sum í Føroyum. Harafturat verður lítið fiska uttanfyri 30 fjórðingar.
Somuleiðis hevur tað eydnast teimum í Peru illa at menna strandaøkini og tað eru eini 25% av fólkinum í Peru, sum ikki fáa nóg mikið av proteinum. Samstundis fer tað mesta av fiskinum til mjøl.
? Tí er alstórur áhugi í Peru fyri at fáa samtarv við útlendingar, sum kunnu seta rættiliga ferð á ein menning í fiskivinnuni fyri at fáa meiri fisk virkaðan til matna.
Bogi Eliassen sigur, at peruvianarar eru eisini áhugaðir fyri at fáa samtarv ið Føroyar um aling í feskum vatni.
Men hann heldur, at tað eru eisini aðrir møguleikar í Peru.
? Fáa vit eitt samstarv í lag á einum øki, kann tað skjótt føra við sær, at tað eisini fer at kasta nakað av sær til avleiddar vinnur. Fáa vit eitt fiskivinnusamstarv á føtur, kann tað eisini kasta nakað av sær til maskinverkstaðir, smiðjur, trolvirki o.s.fr.
Og so eru tey í Peru akkurát byrjaðir upp á eina oljuvinnu og hetta kundi eisini verið ein møguleiki hjá føroyingum at fingið eitt samstarv á tí økinum.
? Tað eru nógv virki í Føroyum sum fyrireikaðu seg til oljuvinnuna her um okkara leiðir, men her stóð veruleikin ikki mát við vónirnar og sostatt eru fleiri av hesum virkjum, sum ongantíð sluppu reiðiliga ígongd. Men Í Peru kundi tað avgjørt eisini verið ein møguleiki hjá hesum virkjum.
? Í eini samvinnu ímillum Føroyar og Peru kunnu báðir partar fáa nógv burturúr. Í Føroyum hava vit vitanina og vit hava tøknifrøðina. Í Peru hava tey rávøruna og tey hava arbeiðsmegina, so tað eru avgjørt møguleikar.
Fyribils hava tey eina ítøkiliga verkætlan í kikaranum. Tað er at gera mjøl, sum er vunnið burturúr høgguslokki, til eitt slag av kornflykrum til fátæk børn, sum ikki fáa nóg mikið av proteinum.
Hetta er eitt samstarv við eitt universitet í Peru.
Ein annar tanki,sum sum hevur verið frammi, er at gera eitt stór-flakavirki í Peru, sum vit kenna tað úr Kina.
Alt hetta verður nú kannað.
Ætlanin er somuleiðis at hava starvsfólkaumbýti og fríhandilssáttmála sum partar av samstarvinum við Peru, umframt at arbeitt verður við nágreiniligum menningarverkætlanum og fyri at føroyingar kunnu fiska í peruvianskum sjóøki.