Teir nógvu føroyingarnir, sum búgva í Keypmannahavn, hava møguleika at síggja dystin ídag millum Føroyar og Frakland beinleiðis á stórskíggja á 1. hædd á The Irish Rover, sum liggur miðskeiðis á Strøgnum í Keypmannahavn. Eigarnir á írsku ølstovuni, Jonathan Farrelly úr Dublin og Annika Gøthe úr Norðagøtu, gleðast um vitjan av føroyingum, og tey hava nú ognað sær føroyskar fótbóltssangir og føroyskar vørur. Tey heilsa landsmonnum við, at hvørja ferð Føroyar fær mál, letur húsið okkurt ókeypis til føroyingar.
Dysturin ídag byrjar kl 17:00 danska tíð.