ALING
Nú Fiskaaling og stóra norska kynbótafelagið SalmoBreed eru farin undir samarbeiði um at veita føroyskum alarum laksarogn, sær Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, fyri sær, at Føroyar eisini kunnu gerast ein útflytari av laksarognum.
Men hetta letur seg ikki gera sum er. Tað er nevniliga eingin myndugleiki í Føroyum sum sigur, at rognini eru í lagi. Hetta merkir tó ikki, at fiskur og rogn eru sjúk, men fyri at sleppa gjøgnum nálareygað hjá eitt nú ES er neyðugt at skjalprógva, at rognini ikki eru fongd við sjúku.
Stjórin í SalmoBreed, OddGeir Oddsen, heldur, at avtalan millum partarnar eisini er týdningarmikil fyri norska kynbótafelagið.
- Vit vilja viðvirka til, at Fiskaaling, sum í dag hevur eini 50-75% av føroyska marknaðinum, sum frá líður fer at gerast enn sterkari á marknaðinum, sigur hann.
Heimaarbeiði
Kristian Petersen sigur, at skulu Føroyar kunna gerast útflytari av laksarognum, skal eitt arbeiði gerast her heima í Føroyum, soleiðis at vit kunnu skjalprógva yvirfyri ES og øðrum, at okkara framleiðsla lýkur tey krøv, sum londini seta.
- Tá einki skjalprógv er, hava vit heldur ikki klassapappírini í lagi – um vit kunnu siga so, leggur hann aftrat.
Hvussu ein skipan kann fáast í lag við, at føroysk rogn fáa síni skjalprógv, er nakað, sum politiski myndugleikin og landsdjóralæknin mugu finna út av.
- Eg kundi hugsað mær, at tað í hesum føri er vinnumálaráðið, sum heitir á landsdjóralæknan um at seta hol á hetta arbeiði, sigur Kristian Petersen.
Fara vit góð 10 ár aftur í tíðina, hava Føroyar áður útflutt rogn til Chili, men hetta læt seg gera, tí krøvini, sum Chili tá setti fyri at keypa hesi rogn, ikki hava verið serliga strong.