Føroyar kunnaðu ES um makrel

Jacob Vestergaard er fegin um, at Føroyar hava fingið høvi at greiða fiskivinnunevndini í ES frá okkara sjónarmiðjum í makrelspurninginum

MAKRELUR

Í síðstu viku var Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, í Brüssel, har hann kunnaði fiskivinnunevndina hjá ES um føroysku sjónarmiðini í makrelspurninginum.
Fundurin kom í lag eftir ráðstevnuna í Føroyum fyrr í heyst um uppisjóvarfisk.
ES nýtti tá høvi at bjóða Føroyum og Íslandi til fundar í Brüssel um makrelin, har londini kundu greiða frá sínum sjónarmiðjum.
Fyri Føroyar var Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri í Brüsel, meðan Ísland møtti ikki.
Sum skilst, setti fiskivinnunevndin hjá ES stóran prís upp á, at Føroyar møttu, eins og tey harmaðust um, at Ísland ikki kom við.
Tilfarið og framløgan, sum Jørgen Niclasen hevði við sær í Brüssel, var sett saman í samstarvi millum ráðini bæði, og sum skilst hava Føroyar fingið góðar og positivar afturmeldingar úr Brüssel um, at vit vildu møta upp og greiða frá okkara sjónarmiðjum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur seg ikki duga at meta um, hvørt ein slík kunning og ein slíkur fundur kunnu flyta nakað, men hann fegnast um, at Jørgen Niclasen var við á hesum fundi, og hann fegnast eisini um, at afturmeldingarnar hava verið positivar.