»Forsvarsindsatsen i Nordatlanten er i høj grad med til over for vore NATO-partnere ? ikke minst USA ? at legitimere et forholdsvis lavere dansk forsvarsbudget«.
So greitt sigur Hans Engell tað í bók síni »På slotsholmen« frá 1997. Sostatt stendur verjumálaráðharrin frá 80-árunum í andsøgn við tað, sum danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen nýliga hevur boðað Føroyanevndini hjá Fólkatinginum frá. Anders Fogh Rasmussen segði nevndini, áðrenn hon fór á sína føroyavitjan herfyri, at Danmark ongantíð er sloppið bíligari í NATO vegna Føroya støðu í danska ríkinum og plássi í Norðuratlantshavinum.
Bæði rætt og skeivt
Tað er bæði rætt og skeivt, sigur Hans Engell, sum í dag er blaðstjóri á Ekstrablaðnum, tá Sosialurin spyr hann, um Anders Fogh Rasmussen segði allan sannleikan fyri Føroyanevndini.
? Tað er rætt á tann hátt, at tað ikki hevur verið soleiðis, at donsku verjuútreiðslurnar eru minkaðar, tí vit hava eina kontu, sum eitur Grønland og Føroyar. So kontant er tað ongantíð orðað, sigur Hans Engell.
? Tað er skeivt á tann hátt, at ein fjald dagsskrá altíð hevur ligið undir. Danmark hevur gjøgnum blokkstuðulin til Føroya og Grønlands tryggjað støðufesti í Norðuratlantshavinum ? og tað hevur havt eina stóran trygdarligan týdning, sæð frá amerikanskari síðu, sigur hann í somu vending.
Sluppu lættari
Hans Engell gjørdi sær stóran ómak at vitja allar hereindirnar, bæði í Danmark, Grønlandi og Føroyum, tá hann var verjumálaráðharri. Vitjanirnar í Grønlandi og Føroyum vóru serlig upplivilsi, helt hann, tí londini høvdu so stóran týdning.
? Øll tey árini undir kalda krígnum og í 80-árunum er eingin ivi um, at Føroyar spældu ein stóran leiklut fyri NATO. Grønland vigaði meira, heilt vist, men Føroyar høvdu eisini nógv at siga. Danmark hevði øll tey árini ógvuliga trupult við at ganga teimum krøvum á møti, sum NATO setti sínum limalondum. Og tað taldi nógv, serliga frá einum amerikonskum sjónarmiði, at vit loystu nakrar uppgávur í Norðuratlantshavinum, sigur Hans Engell.
Í dag ivast hann í, um strategiski týdningurin í Norðurhøvum er líka stórur, men at hann hevur spart dønum útreiðslur, er púra ivaleyst. Tað ber kortini ikki til at seta krónur og oyru á, heldur hann.
? Kritikkurin ímóti Danmark var ikki heilt so skarpur, tí hildið var, at vit á annan hátt góvu eitt ískoyti. Tað vil siga, at Danmark við Grønlandi og Føroyum læt við sínum ríkisfelagsskapi, sum taldi meira, enn um vit høvdu 2000 hermenn meira ella minni, sigur Hans Engell.
Betri samband
Sambandið millum danskar ministarar og amerikonsku stjórnina hevur altíð verið serliga gott, minnist Hans Engell, og tað hevur verið Grønlandi og Føroyum fyri at takka.
? Bæði eg sum verjumálaráðharri og mínir eftirmenn hava altíð havt lætt við at komið í beinleiðis samband við amerikonsku stjórnina. Danskir ráðharrar eru ofta bodnir á vitjan í USA og hava havt serstakliga gott samskifti við Pentagon. Tað skyldast ikki lítla Danmark her suðri, men í avgjørdarn mun ta trygdarpolitisku vekt, sum okkara øki í Norðuratlantshavinum góvu okkum, sigur Hans Engell.
Hans Engell og legendariski amerikanski verjumálaráðharrin Casper Weinberger vóru persónligir vinmenn hesu árini í 80-árunum, tí teir hittust so ofta. Tað var ikki so, at teir beinleiðis hildu fundir um Norðuratlantshavið, men samstarvið í verjuøkinum bleiv nevnt.
? Tað var ofta nevnt. Ikki bara ta tíðina, tá vit máttu verja okkum ímóti langtberandi russiskum rakettum, men eisini tá vit tosa um at hava tamarhald í Norðuratlantshavinum, og Sovjett-samveldið í alsamt størri mun arbeiddi við stórum strategiskum flúgvarum, kavbátum og krígsskipum. Tá spældu Føroyar og Grønland ein stóran leiklut fyri okkum, sigur Hans Engell.










