MINNINGARHALD
Dagurin í dag, 1. november, er minningardagur teirra sjólátnu.
Kring landið verða minningarhald við minnisvarðar og í kirkjum, og í morgun var minningarhald á Vinnuháskúlanum í Havn.
Tað var Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum beyð vælkomin á Vinnuháskúlanum, løgmaður, Kaj Leo Johannesen og presturin, Derhard Jógvansson, hildu talu.
Tríggir sálmar vórðu sungnir, ”Lov og tøkk eg tær fram beri”, ”Mær halda Harrans hendur” og ”Tak róðrið, Harri, ver mær hjá”.
Av Vinnuháskúlanum varð farið niðan í Viðarlundina, har sálmurin ”So tak tá mínar hendur” varð sungin, løgmaður legði krans við minnisvarðan, og síðan hevði prestur bøn og lýsti signing.
Minningarhaldið endaði við, at sálmurin ”Stýr míni skútu” varð sungin.
Minningarhald teirra sjólátnu hevur eisini verið í Klaksvík í dag klokkan í dag.
Á skránni var eitt nú kórsangur við 17 Sangarum, felagssangur og Magnus Brahe Jørgensen, prestur, helt røðu.
Fimm sjólátnir
Fimm mans eru farnir á sjónum síðsta árið. Teir eru:
Hilbert Martin Blástein, Viðareiði, doyði umborð á Polarhavi 12/11-09, 29 ára gamal. ??
Hans Jørgen Dam, Sandavági, doyði umborð á donskum farmaskipi við Florida 20/11-09, 68 ára gamal. ??
Martin Sofus Johannesen, ættaður úr Klaksvík, druknaði við Bursatanga 15/5-2010, 52 ára gamal. ??
Heini Olsen Klasvík, Klaksvík, funnin hin 26. mai 2010 á Hagaleiti, 40 ára gamal.
Finn Jacobsen, Vágur, hvarv av bingjuskipinum Taasinge Maersk í juli 2010, 53 ára gamal.