SILD
Strandarlondini í hesum samanhangi eru Føroyar, Ísland, ES, Noreg og Rusland.
Semjan um norðhavssildina fyri 2011 er, at mest loyvda veiðan verður sløk eina miljón tons – ella neyvt 988.000 tons tilsamans.
Føroyski parturin av heildarkvotuni er 5,16%, og verður føroyska kvotan av norðhavssild í 2011 soleiðis 50.981 tons.
Í Fiskimálaráðnum verður ásannað, at talan er um stóra minking av heildarkvotuni, sum í undanfarna ári var 1.483.000 tons.
Semjan um heildarkvotuna byggir á eina avtalu frá 2007 millum strandalondini um langtíðarumsiting av fiskiskapinum eftir norðhavssild.
- Hendan avtala hevur eitt nú ein veiðisetning og ásetir eitt fast býti av heildarkvotu millum londini.
Stovnurin minkar
Fiskifrøðiliga verður mett, at stovnurin av norðhavssild, tó at hann er í
minking, kortini framvegis er væl fyri, men tilgongdin til stovnin hevur svikið seinastu árini.
- ICES vísir á, at hóast stovnurin verður væl umsitin, er metingin, at niðurgongdin fer at halda fram komandi ár, verður sagt úr Fiskimálaráðnum.