Føroyar ein miðdepil fyri havgransking í norðuratlantshavi

Hvat er meiri sjálvsagt enn at føroyingar gera seg sjálvar til havsins vaktarmenn, spyr Pál Weihe, sum júst er afturkomin av ráðstevnu á Bermuda, har ?havið og heilsa? var á skránni

?Vit hava allar fortreytir fyri at gera okkum galdandi. ? Tað er bara at fara til verka.

Tað er ein eldhugaður føroyskur læknastjóri, sum júst er afturkomin av granskingarráðstevnu í Bermuda í Karibiska havinum.

?Havið og heilsa? var yvirskriftin á hesi ráðstevnuni, sum UNESCO - stovnurin undir ST, og amerikansku heilsumyndugleikarnir. fíggjaðu.

?Á Bermuda hava tey fingið hugskotið at granska lívið í havinum og mannaheilsuna í einum samanhangi, sigur Pál Weihe.

? Tvs, at ætlanin er at fara undir miðvísa gransking av, hvussu tað, sum vit eta úr havinum, ávirkar heilsuna. ? Og hinvegin, tað, sum á ymsan hátt ávirkar mannaheilsuna, ávirkar tað eisini lívið í sjónum?

Pál Weihe sigur, at ímillum 20 og 30 serfrøðingar á ymsum økjum vóru bodnir við á ráðstevnuni.

Tað er sjálvsagt kyksilvurkanningarnar í Føroyum sum førdi til, at okkara læknastjóri taldist ímillum granskararnar, sum vórðu boðin við.

Ráðstevnan endaði við einum tilmæli um, at ein slíkur granskingardepil, varð settur á stovn á Bermuda.


Mín gamli dreymur

Hetta var í verukeikanum mín gamli dreymur, sum var til umrøðu á Bermuda hesar dagarnar í farnu viku, sigur Pál Weihe.

Hann sær nevniliga fyri sær, at eitt slíkt stig, sum varð tikið á Bermuda, eisini kann bera ómetaligar møguleikar í sær fyri okkum í Føroyum.

?Eg haldi heilt avgjørt, at vit áttu at gjørt ein líknandi granskingarmiðstøð í Føroyum, sum skuldi fevnt um Norðuratlantshavið.

?Hvat hevði verið betri hóskandi, um vit í Føroyum gjørdi okkum til havsins vaktarmenn.

? Eini 98% av okkara útflutningi er matur úr havinum. So tað skuldi verið sjálvsagt, at vit løgdu stóra dent á gransking á hesum øki, tí her áttu vit at verið í allarfremstu røð.

Pál Weihe heldur eisini, at hetta kundi verið eitt týðandi vápn í stríðnum ímóti umhvørvisfelagsskapum, sum alsamt gera meiri og meiri um seg.

Læknastjórin heldur, at kann ein slík granskingarmiðstøð gerast í Bermuda, er tað onki til hindurs fyri at hon eisini kann gerast í Føroyum, tí her eru allar fortreytir til staðar.

Pál Weihe sigur, at nógv halda, at av tí at vit liva av at selja tað, sum kemur úr havinum, fer tað bara at koma okkum aftur um brekku, um vit fara at undir gransking sum skal vísa, hvussu havdálking ávirkar mannaheilsuna.

Men hann er langt frá samdur.

? Slík gransking verður gjørd í løtuni. Og hon fer at verða gjørd, antin vit eru við, ella ikki.

Pál Weihe sigur, at tað kundi tvørturímóti verið ein stórur fyrimunur fyri okkum, um vit eru frammanfyri onnur á hesum øki.

Hann nevnir ætlanina hjá ES um at lækka markið fyri, hvussu nógv dioxin kann verða í alifóðuri sum eitt skúladømi um gransking, sum átti at verið gjørd í Føroyum.

? Í hesum sambandi hevði okkara sterkasta støða verið, at tað vóru vit, sum vistu mest um hesi viðurskiftini og um, hvussu hetta ávirkar mannaheilsuna.

? Og líka mikið, hvat úrslitið av slíkari gransking hevði verið, gevur vitanin okkum møguleikar, sum onnur ikki hava.

? Tí hvør veit. Er tað heilt óhugsandi at næsta stigið verður finna fram til eina hátt, har øll tey skaðiligu evnini verða vaskað burturúr alifóðrinum, spyr Pál Weihe.

? Tí tað hevði givið okkm ein alifisk, sum stóð nógv sterkari í marknaðarføringini enn nakar annar alifiskur.

Hann leggur tó dent á, at hetta var bara ein tanki.

Men tankin er kortini ikki fjarðari enn so, enn at tað var stórt samrøðuevni á ráðstevnuni í Bermuda.


Meiri nyttu úr havinum

Men føroyski læknastjórin sigur, at ráðstevnan á Bermuda legði ikki bara dent á at granska tey negativu árinini av samspælinum ímillum havið og menniskjað.

? Dentur varð eisini lagdur á, hvørja gagnliga ávirkan føði úr havinum hevur á mannaheilsuna, eitt nú, hvussu góð havfitin er fyri heilsuna.

? Tað er nevniliga ikki serliga væl prógvað enn, hóast vit hava varhugan av tí. Men kundu vit prógva tað, hevði tað fingið ómetaligan týdning fyri marknaðarføringina av føroyskum fiski.

? Onnur granskingarevni kundu verið at granska, hvussu vit fáa størri nyttu burturúr havsins ríkidømi, eitt nú úrdráttum úr tara, fiski og hvørt av sínum.

Ikki minst varð nóv tosað um at granska, hvusu heilivágur kann vinnast burturúr úrdráttum úr ymsum, sum fæst úr havinum.

Pál Weihe vísir m.a. á, at í løtuni er tað at kalla bara sjálv fløkini sum verða brúkt av øllum tí fiski, vit draga úr havinum, ímeðan bæði høvd skræða ryggur, tvs, alt slógvið, fer aftur í havið.

? Tá átti at verið eitt sjálvsagt granskingarevni í Føroyum at funnið útav, hvussu vit kundu gagnnýtt tað betri.

Men, hvat skal so til fyri at fáa slíka gransking á føtur í Føroyum?

? Vit hava allar fortreytir at fara undir slíka gransking í Føroyum.Tað er bara at fara ígongd.

Men Pál Weihe dylir heldur ikki fyri, at skal slík gransking fáast á føtur í Føroyum, er tað neyðugt við eini politiskari hugburðsbroyting.

? Tað er neyðugt, at politikarar ikki bara síggja gransking á hesum øki sum eina útreiðslu í eitt botnleyst kar, men sum eina góða íløgu.

Tí tað er onki at ivast í, at tað kann kasta nógv meiri av sær, enn tað kostar.

Annars varð spátt á Bermuda-ráðstevnuni, at framyvir verður arvagransking tað stóra hjálpiamboðið, eisini í sambandi við havgransking, sigur Pál Weihe.