Kappróður verður í Vestmanna í dag. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður róð í Vestmanna á Fjarðastevnu. Men tað er bara stevnuheitið sjálvt sum hevur skift navn. Um tað fer at hava nakað at siga fyri suverena Argjabátin, tað fæst at vita seinni í dag.
Í øllum førum er tað ein sannroynd, at Argjabáturin hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar FM róður hevur verið í Vestmanna ? í 1996 og 2000.
? Tað ætla vit eisini at gera hesuferð, sigur Høgni Jacobsen, bátsformaður.
Men hann ger púra greitt, at teir ikki síggja seg sum føroyameistarar enn.
? Tað eru tríggir róðrar eftir, og vit taka teir ein í senn, sigur Høgni.
Men hann viðgongur tó, at tað skal ganga øgiliga illa í hond hjá teimum restina av kappingarárinum, um teir ikki skulu enda ovast.
Hugaligt
Høgni dylir ikki fyri, at tað er serstakliga hugaligt at rógva í ár. Argjabáturin vann føroyameistaraheitið seinast í 2000. Í 2002 vóru teir sera nær við, men tað gekk ikki. So tað er onki at siga til, at teir eru gull tystir í ár.
Høgni hevur sjálvur drúgvar royndir sum rógvari, og hann sigur, at venjingin hevur verið sera vælskipað í ár.
? Eg havi í øllum førum ongantíð verið so væl fyri sjálvur fyrr, slær hann fast.
Tað at teir vinna ferð eftir ferð ger sjálvandi sítt til, at tað er so hugaligt at rógva. Men Høgni leggur dent á, at móttøkan, sum felagið fær, tá tey koma aftur av stevnu, ger tað upp aftur meiri hugaligt.
? Tað er altíð stuttligt at koma aftur, og samanhaldið í felagnum er avbera gott, sigur Høgni Jacobsen, bátsformaður á Argjabátinum.
Seinasta leygardag í Vági fekk Argjabáturin harðari kapping enn væntað. Um tað verður líka hugaligt hjá teimum at koma aftur í kvøld, fæst skjótt at vita.
Í øllum førum er bátsformaðurin ivaleysur, tá hann sigur, at teir ætla at vinna fyri triðju ferð á rað í Vestmanna.