Føroyagrunnurin hjálpir ikki Kósini

Hóast tað sær illa út hjá Maru Seafood, og Føroyagrunnurin fyrr hevur verið í virksemi í Klaksvík, fer grunnurin ikki at gera íløgur í Kósina Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood metir ikki, at tað sær nakað serliga gott út hjá Maru. Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum hevur hann hug at finnast at Føroyagrunninum.

- Føroyagrunnurin, sum fekk nógv burturúr tá vit keyptu Kósavirkið, vil ikki vera við, og tí sær íkki gott út fyri at úrslit fer at spyrjast burtur úr arbeiðinum at endurreisa Kósina.

- Vit hava ikki fingið nakrar grundgevingar fyri hví teir ikki eru positivir, men kunnu bara staðfesta hetta.

- Tað eru tó fleiri, sum eru positiv, men higartil hevur tað ikki verið nóg mikið.

Hinvegin metir Føroyagrunnurin seg ikki hava nakra ábyrgd fyri fiskivinnuni í Klaksvík

- Vit fara ikki at gera fleiri íløgur í fiskivinnuna, sigur formaðurin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum slær fast, at tað verður ikki við pengum úr Føroyagrunninum, at virksemi verður aftur á Kósavirkinum.

- Fiskivinnan stendur fyri álvarsligum avbjóðingum, og vit vita ikki hvørjar avbjóðingar standa fyri framman í 2009, og tí fara vit ikki at gera fleiri íløgur í Fiskivinnuna, sigur Leif Abrahamsen.

Kelda: www.nordlysid.fo