Fyri at gera tað møguligt at halda áfram við menning av nýggjum tænastum innan tele -og breiðbandstøkni, hevur iConcept valt at leggja virksemi sítt saman við Føroya Tele Í tíðindaskrivi frá Føroya Tele verður sagt, at iConcept seinastu árini hevur lagt dent á at menna nýmótans tænastur innan samskifti. Felagið hevur trý tey seinastu árini bjóða teletænastur á føroyska marknaðinum, og hevur serliga lagt seg eftir at bjóða kundunum breiðbandstænastur saman við nettalu.
- iConcept hevur trý dugnalig starvsfólk. Hesi starvsfólk fara saman við øðrum dugnaligum Føroya Tele starvsfólkum at menna nýggjar spennandi tænastur bæði til heimamarknaðin og til ein marknað uttanfyri Føroyar sigur Kristian R. Davidsen stjóri á Føroya Tele.
Endaliga samanleggingin, verður formliga avgreidd, tá allar neyðugar samtyktir frá mynduleikunum fyriliggja. Til neyðugu góðkenningarnar fyriliggja, verða viðskiftafólk hjá iConcept passað av Føroya Tele.
Tær tænastur, ið iConcept higartil hevur veitt kundum sínum, verða tær somu, men í næstu framtíð er ætlanin, at samanleggingin við Føroya Tele skal føra til nýggjar og spennandi tænastur. Harumframt vilja kundarnir, framyvir kunna fáa allar samskiftistænastur á einum stað.










