Vatnið, sum rennur úr Sumbiarbergholinum, sigst at vera so gott, at tað kann seljast fyri pening. Og tað er ongin loyna, at tað eru mong, sum hava lúrt uppá møguleikan at gagnnýta tað til vinnuligt endamál. Eitt nú hevur verið tosað um at vatnið er so gott, at tað ber til at gera tað til eina útflutningsvøru.
Men spurningurin er bara: Hvør eigur vatnið?
Hetta er tann stóri spurningurin, sum Føroya Rættur sleppur at taka støðu til í nærmastu framtíð.
Herfyri samtykti Løgtingið eina lóg sum segði, at tað er landið, sum hevur ognarrættin til vatnið, sum rennur úr Sumbiarbergholinum.
Men hetta vilja lopransmenn ikki góðtaka uttan víðari og teir vilja nú hava málið endaliga avgjørt.
Tí hevur stýrið fyri Lopranshagan gjørt av at leggja málið fyri Føroya Rætt at taka støðu til.
Vatnið, sum talan er um, er tað, sum rennur í stríðum streymum úr bergholinum Lopransmegin og tí er tað Lopranshagin, sum hevur áhuga í málinum.
Og Jákup Joensen, sum er formaður í hagastýrinum sigur, at teir nú hava stevnt landsstýrinum tí teir vilja hava ognarrættin til vatnið endaliga avgjørdan á hægsta stigi.
Lopransmenn vilja sostatt ikki uttan víðari geva seg undir lógina, sum Løgtingið herfyri samtykti um, at tað er landið, sum eigur ognarrættin til vatnið.
? Løgtingið kann samtykkja, hvat tað vil. Men eru tað aðrar lógir, sum siga, at onkur annar eigur vatnið frammanundan, sleppur landið ikki undan at gjalda endurgjald til teir, sum vatnið er tikið frá. Tí eigur onkur annar vatnið frammanundan, og landið tekur tað, er tað ognartøka, og tað kastar endurgjald av sær til eigaran, sigur Jákup Joensen.
Formaðurin í hagastýrinum sigur, at tað er ongin lóg á hesum økinum, uttan hendan eina lógin, sum beinleiðisein snýr seg um vatnið úr Sumbiarbergholinum.
? Einasta lóg, ið annars er á økinum, er ein gomul lóg frá 1937, sum snýr seg um rennandi vatn, tað vil siga omanávatn. Og hendan lógin sigur, at vatnið er ogn hjá grundeigaranum,
? Og hesin rættur er so grundleggjandi, at ongin annar kann við nøkrum arbeiðið, hóast hann ger tað inni á ogn, sum hann eigur sjálvur, gera nakað, sum ávirkar gongdina av vatninum, so at tað skerjir rættindini hjá grundeigaranum.
Í lógini verða dømi um arbeiði nevnd, eitt nú brúgvagerð og byrgingar.
Hinvegin er tað ein ósvaraður spurningur, hvussu langt niður ognarrætturin hjá grundeigarunum gongur.
? Tað eru nógvar meiningar um tað. Summi halda, at tað er so langt niður, sum gundeigarin røkir jørðinina, tvs, at rætturin gongur eitt hakaskot, ella eitt spaðaskot niður. Onnur halda, at rætturin gongur heilt inn í jarðarinnar innvøl.
Jákup Joensen sigur, at tað er bara hendan spurningin, sum teir nú vilja hava endaliga avgjørdan
Omanávatn, ella ikki
Spurningurin er so, um vatnið, sum rennur úr Sumbiarbergholinum er omanávatn ella ikki.
Sjálvur heldur Jákup Joensen, at tað er tað.
? Tað rennur í hvussu so er omaná og so er tað omanávatn. Og vit vita eisini, at tað er vatn, sum er regnað niður úr luftini einaferð fyrr ella seinni í tíðini. Vatnið er í hvussu so er ikki blivið til inni í fjallinum.
Hann sigur eisini, at hann kann vísa heilt nágeiniliga á tað ávísa staðið, har Lorpransá, sum rennur uppi á fjallinum, beint yvir tunlinum, rennur niður í eitt hol í jørðini og inn i fjallið.
? Hetta hendi eftir at Landsverkfrøðingurin gjørdi eina boring inn í fjallið í sambandi við tunnilsgerðina. Og tað førdi við sær, at omanávatnið, sum grundeigarin hevur ómissandi rætt til, hvarv.