Föroya Bjór stavar Vegrin við G

Föroya Bjór vil verða sett í samband við tónleik og hevur slept einum »Vegr« pilsnara í sambandi við G! Festivalin

Föroya Bjór hevur skrýtt tað sokallaða veðraølið við eini heilt serligari etikett fyri at hátíðarhalda G-Festival tiltakið. Í sambandi við stóru hátíðina í Gøtu 18. og 19. juli hevur Föroya Bjór slept einari "G! Vegr" pilsnarøl á marknaðin, samstundis sum felagið hevur avgjørt at stuðla tónleikatiltakinum.
Stjórin á Föroya Bjór, Einar Waag, sigur seg rokna við, at etikettin saman við stuðlinum til Tónleikasamtakið Grót, ið stendur fyri G! Festivalini, kemur at virka til at framhaldandi knýta Föroya Bjór navnið at føroyskum tónleiki.
? Vit rokna við, at tey 18 til 30 ára gomlu taka okkara boðskap til sín ? og so seta vit stórar vónir til veðrið, sigur Einar Waag.
? Tiltøk sum G! Festivalurin eru við til at menna føroyskan tónleik, og tí vilja vit luttaka, leggur hann afturat.
Etikettin á Vegrinum hevur eitt stórt G! búmerki og eina mynd av Gøtuvík, ið varð tikin av sandinum í fjør, tá G! Festivalurin varð hildin á fyrsta sinni.
At nógv arbeiði verður lagt í at fáa eina væl eydnaðan G! Festival endurspeglast í einum gomlum sitati á baksíðuni á Vegretikettuni frá ongum minni enn Gøtu Tróndi:
»Mangt umskipast á mansins ævi. Ikki var tað so, tá ið eg var ungur, at menn skuldu sita ella liggja góðveðursdagar, teir sum ungir vóru og væl førir.«