Føroya Banki letur gittar og atgongumerki

Aftur í ár fer planet.fo at lata føroyskum tónleiki heiðurslønir á Planet Awards. Høvuðsstuðulin Føroya Banki skipar nú fyri kapping.

Á heimsíðuni hjá Føroya Banka, skrivar bankin:
Føroya Banki er høvuðsstuðul hjá Planet Awards, tí bankin stuðlar frambrotum í føroyskum tónleiki. Tónleikavirðislønirnar í ár verða handaðar á Hotel Føroyum leygarkvøldið 27. januar. Tá verða almannakunngjørd:

• Besta útgáva
• Besti bólkur
• Besti sangari
• Besta songkvinna
• Besti nýggi bólkur
• Besti útlendski bólkur
• PLANET-herðaklappið

Í sambandi við tiltakið skipar Føroya Banki fyri eini spennandi kapping millum vitjandi á heimasíðu bankans. Møguligt er at vinna ein spildurnýggjan Gretch Electromatic el-gittar við tasku fyri 7.500 kr og heili 25 atgongumerki til gallakvøldið 27. januar.
Øll hava møguleika at vinna guitaran, men tú mást vera 18 ár fyri at ogna tær atgongumerki til gallakvøldið.