Í gjár kunngjørdi Kaupthing Banki, at hann hækkaði innlánsrentuna upp í 4%. Í dag fylgir Føroya Banki hesum og hækkar eisini innlánsrenturnar upp í 4%. Men bústaðarrentan hækkar samstundis úr 5,25 upp í 5,5%
Fyri innistandandi millum 300.000 krónur og eina millión krónur hækkar rentan upp í 3 prosent. Eisini hækkar rentan á 60-ára konto og Lutakonto úr 3,75 prosentum upp í 4 prosent. ??Rentan á Nósakonto hækkar úr 3,25 prosentum upp í 3,50 prosent, og á Nýtslu-KontoIN hækkar rentan úr 2,00 prosentum upp í 2,25 prosent.?
Lægsta bústaðarrenta hækkar samstundis úr 5,25 prosentum upp í 5,50 prosent.
-Hetta hendir, eftir at Tjóðbankin hækkaði leiðandi rentuna 0,25 prosentstig 8. mars 2007, sigur bankin í tíðindaskrivi.
- Rentan á billánum hækkar somuleiðis