Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF undirskrivað tvey ára sáttmála fyri Elektron

Mikudagin 10. apríl 2013 skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, og KT og líknKDI fyritøkum) undir nýggjan tvey-ára sáttmála fyri starvsfólkini á Elektron.

Umframt broytingar og tillagingar í sáttmálanum eru partarnir samdir um ein útreiðslukarm, sum svarar til tann útreiðslukarm, sum semja hevur verið um í teimum samráðingarúrslitum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag annars hevur fingið í hesum samráðingarumfarinum.

Hetta er fyrstu ferð, at samráðingar hava verið serskilt fyri sáttmálan, sum er galdandi fyri Elektron. Higartil hevur hesin sáttmáli verið partur av sáttmálanum, sum er fyri bankar og tryggingarfeløg, BankNordik og Trygd undantikin.