Roskilde Festivalurin kunngerð í dag eina rúgvu av nýggjum nøvnum, sum skulu framføra á ársins festivali.
Ein teirra er Marie Key. Danska songkvinnan er í løtuni frammi við fløguni "De Her Dage", sum er væl mótikin í Danmark.
Harumframt er bólkurin Monsters And Men. Íslendski bólkurin kom fram, tá ið bólkurin vann eina stóra kapping í Íslandi fyri nýggjar bólkar í 2010.
Forsangarin í bólkinum, Nanna Hilmarsdóttir, var tá solistur, men til kappingina fekk hon nøkur vinfólk við á pallin, og hetta gjørdi, at hon vann kappingina, og millum annað slapp at framføra á Iceland Airways Festival. Síðani tá hevur tað gingið skjótt hjá bólkinum, sum í 2012 gav út fløguna "My Head Is An Animal".
Triði bólkurin frá Roskilde Festivalinum í dag er The Luminers, sum er ein bólkur frá Denver, Colorado. Bólkurin verður javnan sammettur við Band of Horses og Mumford & Sons. Fyrsta fløgan kom á marknaðin í 2012, og síðani tá hevur bólkurin ligið nummar tvey á amerikanska Billboard listanum.
Fjórða navni er Crystal Castles, sum telur songkvinnuna Alice Glass og framleiðarin Ethan Kat. Bólkurin varð gjørdur í 2004, og í 2008 kom fyrsta fløgan, sum gjørdist væl umtókt. Í 2013 kom triðja fløgan á marknaðin frá bólkinum, og eitur hon "III".
Roskilde Festivalurin 2013 verður hildin í døgunum 29. juni til 7. juli.
Hetta veit Gaffa í dag.










