Mánadagin 12. juni gav Frímerkjadeildin út fýra nýggj frímerki, sum Edward
Fuglø, listamaður, hevur sniðgivið. Tvey við heitinum "Ung og integratión"
og tvey við heitinum "Norðoyatunnilin".
Í sambandi við útgávurnar skrivar Eyðun Andreasen fólkalívsfrøðinur m.a. um frímerkini Ung og Integratión: Postverkini, sum eru limir í europeiska postsamstarvinum PostEurop, semjast á hvørjum ári um, at gera frímerki við ávísum evni. Evnið á europafrímerkjunum í ár er Ung og integratión.
Integratión kemur úr latíni og merkir savning til fullkomna heild. Tann heildin finst møguliga bara í eini fjarari framtíð. Og ta framtíðina eigur ungdómurin. Tey ungu vilja hava fremmandafólk hjá sær. Tey koma til ítróttarfeløgini, og har tykist stórur eftirspurningur at vera. Tey hava nakað við sær til føroyskan ítrótt og tey eru vælkomin.
Kjakið um tilflytarar og integratión hevur aktualiserað spurningar um ta innaru integratiónina, og skapt størri ans fyri bøttum korum hjá teimum tigandi av okkara egnu. Meðan vit bíða eftir tilflytingini uttanífrá, kunnu vit hóskandi fáa betri lag í okkara egnu innaru integratión.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar býráð, skrivar m.a. um Norðoyatunnilin: <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tunnilin eitt lop inn í framtíðina. Tunnilin eigur at verða nýttur sum eitt hent amboð at menna okkum á øllum økjum og her liggur ein spennandi og neyðug avbjóðing. Vit eru nú ein partur av meginøkinum og tey av okkum. Tað ræður um at nýta skynsemi og fáa tað besta burturúr.
Eitt er vist! Tunnilin er størsta hending fyri Klaksvík í mannaminni, sum bert framtíðin fer at vísa. Tunnilin er týðandi liður í altjóðagerðini.
"Ung og integratión" hava virðini: kr. 7,50 og kr. 10, meðan bæði við
"Norðoyatunlinum" hava virði: kr. 5,50.










