Fýra møguleikar at menna Svínoy

Ein møguleiki at tryggja hesi útoyggj livilíkindi í framtíðini er at byggja ein flogvøll harúti. – Hetta er í øllum førum eitt uppskot, sum mong kortini munu vera ivasom um, sigur Gunvá við Keldu.

Á Útoyggjastevnuni í Svínoy helt hon, sum borgarstjóri í Klaksvík røðu, har hon millum annað kom inn á tann stóra og afturvendandi spurningin: - Hvørjir møguleikar eru at troyta í Svínoy? Og hvussu kann oyggin mennast?

Hon endaði røðu sína við at nevna tað, sum ein svínoyarvinur nevndi, tá ið arbeitt var við samanlegging av Klaksvíkar og Svínoyar kommunum.

Vísandi til tað nógva slættlendi, sum er her, nevndi hesin staðkendi maðurin fýra høvuðsmøguleikar, sum tað eru fleiri ymiskar meiningar um.

Tann fyrsti møguleikin var ein flogvøllur. Tað ber væl til at gera ein flogvøll tvørtur um Eiðið og fram við tí sunnara víkararminum og út á Dragan. Longdin er umleið 3500 metrar í 30 metrar hædd.

Tann næsti møguleikin var ein menning innan landbúnaðinum. Gunvá vísti á, at her eru sera góðir møguleikar fyri at havt stórdrift innan landbúnað.

Triði menningarmøguleikin hjá Svínoy var Frítíðarendamál. Til Frítíðarendamál er oyggin sera væl egnað, bæði til at hava summarhús, og til lættari og tyngri gongutúrar alt árið.

Tann fjórði og seinasti møguleiki er búseting.

- Til bústaðarendamál er oyggin sera væl egnað, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum fegnaðist um, at gongd er komin á vinnuligu menningina, eftir at smoltstøðin er latin upp í Svínoy..