Á konsertini vóru munandi færri áhoyrarar enn í fjør, men hinvegin so skortaði ikki hugur at bjóða uppá málningarnar á uppboðssøluni. Henda gekk munandi betri enn væntað.
Tá gjørt varð upp fyri uppboðið vóru komnar inn 37.000 kr. fyri teir fýra málningarnar, sum seldir vórðu hesa løtuna.
Bláikrossur upplýsir, at tann dýrasti málningurin fór fyri ikki minni enn 15.000 kr. Allur peningurin fer til hjálpararbeiðið, sum felagsskapurin ger her á landi.