Fýra línuskip á Íslandsrygginum

Flestu línuskip eru til fiskiskap í løtuni, harav flestu eru á Íslandsrygginum og undir Føroyum.

Flestu línuskip eru til fiskiskap í løtuni, harav flestu eru á Íslandsrygginum og undir Føroyum.

 

- Fýra eru á Íslandsrygginum og fáa mest av toski og svartkalva, og nøkur fiska longu og brosmu og nakað av toski og hýsu undir Føroyum. Eitt línuskip fiskar í íslendskum sjógvi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línulandingar verða í næstu viku, og roknað verður serliga við skipunum, sum í løtuni fiska undir Føroyum.

 

Útlitini til útróður eru ikki nakað serllig fyri næstu vikuna. Streymurin verður harður, og veðurforsøgnin sær ikki lovandi út. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðrarfiski teir næstu dagarnar.