Í gjár var barnadópur í Havnar Kirkju, har ein lítil beiggi fekk navnið Oddmar Færø. Hann er uppkallaður eftir pápanum, abbanum og langabbanum, sum allir hava sama navn.
Lítli Oddmar Færø er sonur landsliðsleikaran í fótbólti, Odmar Færø og konu hansara Maritu Heradóttir Færø.
Einasti munur á nøvnunum hjá teimum fýra er, at lítli Oddmar og abbin stavast við tveimum d, meðan pápin og langabbin stavast Odmar.











