Í august í ár verður norðurlendska matvirðislønin, Embla, latin og føroyingar hava trý uppskot um, hvør skal fáa hana
Embla er ein verkætlan hjá samstarvinum, Nýnorðurlendskur matur, við tí endamáli at fagna tað besta í norðurlendskari matgerð, bæði rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólk. Og føroyska luttøkan er eitt samstarv ímillum Bóndafelagið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, iNOVA, Ferðaráðið og Atlantsflog
– Í summar verður Embla virðislønin handað fyrstu ferð, og tilsamans eru komin 185 uppskot frá teimum sjey norðurlendsku londunum, sigur iNova í morgun.
Tey fýra, sum eru tilnenvnd úr Føroyum eru Leif Sørensen, Gutti Winther, Eva úr Dímun, og so Heimablídni, sum er ein skipan, har ferðafólk fara heim til vanligar føroyingar at eta.
Leif Sørensen er í uppskotið í bólkinum, Mathandverkarin. Hann er kokkur og íverksetari. Hann hevði matstovuna Gourmet, og síðani var var hann eisini við, tá ið matstovan, Koks byrjaði, og sostatt hevur hann varð undangongumaður fyri fínari matgerð í Føroyum.
Eva úr Dímun, á Dímunargarðinum er í uppskoti í bólkinum Rávøruframleiðari. Eva og Jógvan Jón á Dímunargarði hava hvussu arbeiðast kann fyri at sleppa undan at smápláss verða avtoftað, tí tey hava búsett seg á Stóru Dímun, har tey liva av tí, sum oyggin kastar av sær sigur iNova.
Gutti Winther umboðar Føroyar í bólkinum Matsamskiftarin. Hann er kokkur og sjónvarpsvertur, sum í nógv ár ótroyttiliga hevur miðlað føroyskar vørur og framleiðslu. Alment er hann serliga kendur frá sjónvarpsrøðini, Spísikamarið og nú seinast frá sendirøðini Fisk & ships, ein sjónvarpsrøð, sum upplýsir føroyingar um fiskivinnu, heilt frá fiskiskapi til døgurðatallerkin hjá fólki úti í stóru verð.
Heimablídni umboðar Føroyar í bólkinum Matferðamálið. Heimablídni, har føroyingar kunnu gera stovur sínar um til eina matstovu, er ein serføroysk skipan, har ferðafólk verða boðin heim til fólk at eta.










