Danmark spældi í kvøld triðja dystin í HM-kappingini á heimavølli. Mótstøðuliðið í kvøld var eitt av veikaru liðunum í kappingini, Saudi Arabia.
Tað tók Danmark eitt lítið korter hjá Danmark at skapa eina veruliga leiðslu, og venjarin, Nikolaj Jacobsen, tóktist alt annað enn nøgdur við, at Danmark fór til hálvleiks á odda við seks málum, 17-11.
Føroyski Jóhan á Plógv Hansen kom inn á høgra vong eftir 20 minuttir, og hann skoraði longu í fyrsta álopinum. Hóast avmarkaða spælitíð, so var Jóhan aftur eyðsýndur í kvøld og skeyt fýra mál.
Danmark dró serliga frá í seinnu helvt av seinna hálvleiki, og tað endaði við, at Danmark vann dystin 34-21.
Danmark, sum hevur fult stigatal eftir tríggjar dystir í bólki C, spælir aftur í annaðkvøld kl.19.45 ímóti Eysturríki.