10. umfar í EFFO deildini er hetta vikuskiftið. Leygardagin vann ÍF 1-0 á Argjum, og við sigrinum lyftu fuglfirðingar seg fram á 3. plássið. Um ÍF eisini verður á bronsuplássinum seint seinnapartin í dag valdast um, hvussu tað fer at ganga í dystunum, sum eru á skránni seinnapartin.
Eingin ivi er um, at AB framvegis verður aftast. Argjamenn taptu leygardagin fyri fjórðu ferð við einum máli. Einastu stigini, sum AB hevur vunnið, eru tey frá 1-1 javnleikunum í Gundadali ímóti B36 og í Sørvági ímóti 07 Vestur.
Sagt verður frá góðum líkindum at spæla fótbólt seinnapartin. Tað verður turt, lotið verður millum lítið og einki og sólin fer at síggja í fleiri støðum.
NSÍ-Víkingur: Lars Múller kl. 15.00
B36-HB: Petur Reinert kl. 15.00
07Vestur-EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
TB-KÍ: Alex Troleis kl. 15.00
Støðan
HB 23 stig
KÍ 16 stig
ÍF 16 stig
Víkingur 14 stig
NSÍ 12 stig
EB/Streymur 11 stig
B36 11 stig
TB 10 stig
07 Vestur 7 stig
AB 2 stig